Almennar lønir vaksa 9% privatar vaksa 2,1%
Almennar lønir vaksa við 7 míla ferð.
Hagstovan hevur tals saman lønarútgjaldingar seinastu 12 mánarnar.
Av samlaða vøkstrinum upp á næstan 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 328 milliónir krónur.
Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin trý prosent hægri. Hjá kvinnum og monnum sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði var vøksturin ávikavist ellivu og seks prosent.
Lønarvøksturin í privatu vinnuni var 2,1% sum er væl lægri enn prísvøksturin og bara 1/4 av lønarvøkstrinum hjá tí almenna
Møguliga hevur verkfall seinasta ár ávirka lønarbýti millum alment og privat.
Mest lisið í farnu viku

Lívið nær Gudi
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











