Flogfar lendi á takinum í Toronto
Flogfar við 80 fólkum, lendi at síggja til, púra vanligt, men so fór tað runt og endaði á takinum. R7 fann ein video, har ein nørdur greiður frá hvat hendi. Eisini síggja vit óhappi í hesum video.
Eitt flogfar av slagnum Canada Regional Jet, sum verður brúkt til styttri flogferðir, endaði á takinum, tá tað lendi í gjár.
Ferðafólkin sótu í trygdarbelti í ein lítlan minutt, við beinunum hægst. Men tað gekk sera væl at fáa øll út. Tað var væl av vindi og nógv minus stig uttanfyri.
Umborð vóru 80 fólk. 21 av teimum endaðu á sjúkrahúsi, men øll uttan tvey eru útskriva.
Enn vita mynduleikarnir ikki so nógv um hendingina. Men data frá flogfarinum eru leysgivin og tað hevur onkur nørdur hugt eftir.
Í video niðanfyri sæst sjálv hendingin, umframt at greitt verður frá, hvat helst er orsøkin.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











