Ongin lógarheimild fyri kunngerð
Landsstýrismálanevndin hevur gjørt niðurstøðu í kærumálinum hjá Árna Skaale um útluting av svartkjafti sum felagskvotum.
Landsstýrismálanevndin hevur nú gjørt endaliga niðurstøðu í málinum um útlutan av 32.000 tonsum av svartkjafti, sum bleiv tikið frá nøkrum fáum og útlata til øll.
Hetta sigur landsstýrismálanevndin ikki er í lagið. Sagt verður, at tað ikki er heimild í lógini fyri at gera hetta við kunngerð.
Tá er nærliggjandi at siga at talan er um lógarbrot. Men formaðurin í Landsstýrismálanevndini vil ikki siga at talan er um lógarbrot. Eisini verður nevnt, at umsitining hevur sagt landsstýrismanninum at tað var í lagið at gera kunngerð.
Reglurnar eru soleiðis at Landsstýrismálanevndin ger sína niðurstøðu. Niðurstøðan verður latin Løgmanni, sum tekur avgerð um hvat skal henda. Sjálvandi fáa kærari og Dennis Holm eisini eitt eintak av niðurstøðuni.
Tað hevur verið soleiðis at tað altíð kostar sessin at gera feilir. Men í málinum um Ingilín Strøm, vóru helst fleiri sum skiltu, at tað at koyra landsstýrisfólk, líka mikið hvussu lítil feilurin er, ikki var optimalt.
Hvat hendir í hesum máli vita vit ikki. Men tingsalurin er rættuliga tómur í dag. Tað kann so merkja at mál eru lítið áhugaverd, ella eisini er ávíst fundarvirksemi í samband við niðurstøðuna.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











