Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í fjør
Betri banki hevur í nógv ár gjørt yvirlit yvir bústaðarprísir og bústaðarsølur. Nú hava teir talt upp fyri 2024
Hóast renturnar hækkaðu nógv í 2022 og 2023, fluttu bústaðarprísirnir seg ikki stórvegis hesi árini. Vanliga hava rentuhækkingar við sær, at bústaðarprísirnir fella, men í Føroyum hevur avmarkaða útboðið av bústøðum hildið hondina undir prísunum. Nú renturnar eru lækkaðar fýra ferðir seinasta hálvárið, sæst hetta aftur á sethúsamarknaðinum, har prísirnir aftur ganga uppeftir.
4,2 milliónir fyri eini sethús í Tórshavn
Í fjør kostaðu eini sethús í Tórshavn 4,2 milliónir krónur í miðal. Tað er 9% meira enn í 2023, tá miðalprísurin var 3,8 milliónir krónur.
Fyri restina av landinum var miðalprísurin 2,2 milliónir krónur í fjør, samanborið við 2 milliónir krónur í 2023. Tað er ein vøkstur á 10%.
Betri Heim staðfestir, at eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur. “Vit seldu munandi fleiri ognir í fjør samanborið við árið fyri, og gongdin sær út til at halda fram í ár. Við útlitum til fleiri rentulækkingar er í løtuni einki, sum bendir á, at prísirnir fara at fella”, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.
Íbúðarprísirnir eru støðugir
Á íbúðarmarknaðinum í Tórshavn hevur fermetraprísurin funnið eina legu um 35.000 krónur. Í fjør kostaði ein íbúðarfermetur 35.100 krónur í miðal. Tað er eitt vet minni enn í 2022 og 2023.
Íbúðirnar, sum vóru seldar í fjør, vóru tó størri enn íbúðirnar, sum vóru seldar árini frammanundan. Hetta ávirkaði prísin, tí smærri íbúðir hava vanliga ein hægri fermetraprís. Javnseta vit støddirnar á seldu íbúðunum, var fermetraprísurin í fjør 1% hægri enn í 2023 og 3% hægri enn í 2022.
Fólkavøksturin er minkaður
Síðan 2013 hevur bústaðarmarknaðurin verið undir alsamt størri trýsti, tí útveganin av nýggjum búeindum hevur ikki staðið mát við vaksandi fólkatalið. Henda gongdin er so smátt vend, tí meðan fólkavøksturin er minkaður nógv seinastu trý árini, hevur talið á nýggjum búeindum verið støðugt.
Í fjør løgdust líka nógvar búeindir afturat bústaðarhópinum, sum tað løgdust íbúgvar afturat fólkatalinum. Enn resta kortini á leið 800 búeindir í, um lutfallið millum íbúgvar og búeindir skal koma niður á sama støði sum í 2013.
Mest lisið í farnu viku

2024 royndist væl hjá Føroya Banka

Aðalfundurin hjá Føroya Fuglafrøðifelag.

Eyðun Andreassen, professari emeritus, 80 ár

Føroya bestu vørumerki verða kosin fríggjadagin

Góður kveikingardagur um gransking, menning og nýskapan

GØ til Jazzahead! sum fyrsti føroyski bólkur nakrantíð

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum loystur úr starvi

Norðurlendsku stjórnirnar raðfesta børn og ung fram til 2030

Nýggj frímerki frá Posta

Nýtt føroyskt staklag frá “Brandar”

Ongin lógarheimild fyri kunngerð

Samskiftisvinnan hittist til heimleiðstiltak

Sethúsaprísirnir hækkaðu nærum 10% í fjør

Soleiðis kann Landslæknin yvirtakast

Umboðsmaðurin viðgjørt fiskiloyvi í bólki 5

Verkafólk kunnu ikki byggja sethús
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











