Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum loystur úr starvi
Dennis Holm hevur biðið Løgmann loyst seg úr starvi. Tað hevur Løgmaður gjørt og fyribils røkir Sirið Stenberg tað starvið umframt at hon hevur Almanna- og heilsumál undir sær
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.
Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi.
Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:
“Landsstýrismálanevndin kann ikki staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, men er komin við einari niðurstøðu um, at hann ikki hevði heimild fyri at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu. Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið eru vit komnir ásamt um, at best er at landsstýrismaðurin leggur frá sær.”
Løgmaður hevur somuleiðis gjørt av, at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fyribils røkir fiskivinnu- og samferðslumál.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











