Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag
Løgmaður kunnar og nevnir nøkur av teimum 27 lógaruppskotunum
Í dag er seinasta freist at leggja uppskot fyri Løgtingið. Í hesum sambandi hevur landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot.
Talan er um fleiri stór og týdningarmikil uppskot, ið arbeitt hevur verið við í longri tíð.
Millum tey eru:
Uppskot um at fyrireika og prosjektera undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy við hartil hoyrandi vegagerð.
Uppskot um at hækka fólkapensjónsaldurin
Uppskot um at prosjektera heildarætlanina fyri Venjingarskúlan (Kampus)
Uppskot um løn undir útbúgving (Tryggja teim lesandi á Heilsuskúla Føroya løn undir útbúgving)
Uppskot um bústaðarskyldu v.m.
Uppskot um Talgildu Føroyar 2.0. (Heildarætlan fyri 2025 til 2027)
Talan er um týðandi og fjølbroytt mál. Gongd verður sett á at fyrireika Suðuroyartunnilin. Men samstundis hava vit sett okkum fyri at fáa ein haldføran búskap, og tí mugu ábyrgdarfull átøk til, eitt nú at hækka pensjónsaldurin. Hetta er eitt neyðugt og týdningarmikið stig. Haraftrat er løn undir útbúgving og heildarætlanin fyri Kampus hjá Setrinum avgerandi fyri at fáa fleiri føroyingar at útbúgva seg og starvast í Føroyum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











