Makrelstovnurin minkar skjótt
Makrelstovnurin nærkast markinum fyri at varsemisreglur verða galdandi. Og tað er ikki so langt niður til markið har øll veiða verður frárádd.
R7 hevur hugt í tilráðingina fyri makrel fyri 2025.
Seinastu 8 árini er makrelstovnurin minkaður 500.000 tons árliga. Nú nærkast stovnurin markinum fyri nær vit skulu visa varsemi. Tað merkir at vit skulu minka veiðuna fyri at fáa stovnin at vaksa.
Stovnurin varð mettur til at verða 2.774.000 tons í 2025. Marki fyri fyrivarni er 2.580.000 tons. Marki fyri nær vit skulu gevast at fiska er 2.000.000 tons.
Talvan vísur veiðuna seinastu 10 árini og metta veiðu og stovnsstødd komandi 7 árini.
Tað er trupult at meta frameftir. Lættast er at vænta verðandi gongd at halda áfram. Men vit vita at veiða og stovnsstødd sveiggja nógv. Tí noyðast vit eisini at hyggja eftir langtíðar sveiggjum.
Sostatt er stovnurin nú so lítil, at vandi er fyri at fyrivarnisreglur verða settar í gildi. Fyri 20 árum síðan var stovnurin eisini mettur verða lítil og tá var tilráðingin at minka veiðuna.
Síðan er spurningurin um vit kunnu seta álitið á at tilgongdin er hampulig at at vit sleppa undan at minkingin verður alt ov stór.
Framrokningin út frá verðandi stovnsmetingum og veiðu og stovnsstødd aftur til 1980 vísur føroyski parturin av makrelkvotuni verður minkandi komandi 10 árini. Okkara partur í 2032 verður eftir hesum 33.000 tons. Ein orsøk eru fyrivarnisreglur. Lægsta tilmælið nakrantíð var 320.000 tons.
Roknast kann við, at tilmælið verður væl lægri enn tað, orsaka av háttinum hjá fiskifrøðini at stovnsmeta og fyrivarnisreglum. Ikki kann útilokast at tilráðingin verður at steðga allari makrelveiðu.
Roknast kann við, at okkurt frægari ár ímillum. Men við kvotum og fiskifrøðingum, fara tey ofta aftur við borinum. Tá vit ikki lurtaðu og fiskaðu 40% meira enn tilráðingin, so vaks makrelstovnurin.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











