Gene Hackman og konan innideyð
Gene Hackman var 1 viku í sama húsi sum deyða konan. Hann hevði Alzheimers og læknar meina at hann ikki hevur registrera tað. Hann doyði av hjartatilburði og Alzheimers
Kendi filmsleikarin Gene Hackman og konan Betsy Arakawa Hackmann vóru funning deyð heima 26 februar. Eisini hundurin var deyður. Tey vóru ikki í sama stað og onki tíddi uppá at tað ikki var náttúrligur deyði. Men tað sást at konan var deyð fleiri dagar frammanundan.
Løgreglan hevur gjørt stórt arbeiða fyri at finna útav, hvat hendi.
Gene Hackman var 95 ára gamal og hevði Alzheimers.
Konan var 61 ára gomul og tey vóru gift í nógv ár. Líksíni vístu, at konan er deyð av einum virus og nevnist tað hantavirus pulmonary syndrome. Tey búðu í New Mexico , sunnarlaga í USA, har nøkur fólk hvørt ár doyggja av hesum. Smittan kemur frá gnagarum, sum t.d. rottum. Tað ganga 1-8 vikur frá tí tú ert smittaður til tú gerst sjúkur. Tað doyggja 38-50% av teimum sum verða smitta í New Mexico. Konan lá á deyð í baðiverilsinum. Læknin sum framdi líkskoðan segði at symptom eru eins og við øðrum sjúkum og tí ber væl til at halda tað verða okkurt meira vanligt.
Løgreglan kannaði teldupostar, hvar hon hevði keypt og yvirvøkumyndatólk ymsastaðni í býnum. Út frá tí meina teir, at hon helst er deyð 11 februar ella 14 dagar áðrenn tey funnu hana.
Gene Hackmann hevði Alzheimers og hann doyði av hjartatilburði og alzheimers. Hann hevði pacemakera. Hann var í gongd 17 februar og seinasta útslag var 18 februar. Tí verður mett at hann doyði 18 februar.
Gene Hackmann hevur sostatt liva í eina viku, í húsinum, meðan konan var deyð inni. Læknar greiddu frá, at hann var so sjúkur av Alzheimers, at hann neyvan hevur registrera at konan var deyð. Hóast magin var tómur, so mettu teir at hann doyði, m.a. av Alzheimers og talan var um náttúrligan deyða og ikki orsaka av manglandi føði.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











