Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Innanlands | 10/03-2025 16:53

Hagtøl hjá Fróðskaparsetri Føroya vísa, at 45 bachelorprógv eru latin til fólk, sum hava verið innskrivað til lestur í søgufrøði síðani 2010

Kanska endurtekur søgan seg ikki heilt, men mangan rímar hon.

Í almenna orðaskiftinum um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya hava søgufrøðingar og teirra útbúgving á Setrinum mangan lagt rygg til skeiv uppáhald, og soleiðis er aftur nú.

Í síðstu viku skrivaði Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, lesarabræv undir yvirskriftini “Skulu vit hava 20 nýggjar søgufrøðingar um árið?”. Í tekstinum stendur, at eftirsum Fróðskaparsetur Føroya hevur pláss fyri 20 lesandi í søgu um árið, so merkir hetta, at vit um fimm ár í roynd og veru kunnu hava 100 nýútbúnar søgufrøðingar.

Veruligu tølini siga eina aðra søgu.

Gamaní hevur Setrið 20 stólar tøkar til møguligar umsøkjarar, men sjáldan er fult teknað. Vanligt er eisini, eins og á universitetsútbúgvingum aðrastaðni, at lesandi av mongum ymsum grundum falla frá lestrinum, og tí er skilagott at royna at fáa fleiri við frá byrjan. 

Hagtøl hjá Fróðskaparsetri Føroya vísa, at 45 bachelorprógv eru latin til fólk, sum hava verið innskrivað til lestur í søgufrøði síðani 2010. Hetta svarar til gott fýra bachelorar um árið í miðal. Lutfalsliga lítla útbúgvingin í søgufrøði verður rikin í samlestri við aðrar útbúgvingar fyri at fáa so skynsaman rakstur sum møguligt.

Á Fróðskaparsetri Føroya taka vit væl ímóti orðaskifti um okkara útbúgvingartilboð, og vit taka eisini tørvin á útbúnari arbeiðsmegi á privata arbeiðsmarknaðinum í álvara. Men vit harmast um, at ein ávís útbúgving á henda hátt aftur skal standa fyri skotum á skeivum grundarlagi. Sjálvandi skulu vit eins og onnur universitet granska og undirvísa á høgum stigi í altjóða og europeiskari søgu, men tað er einans á Søgu- og samfelagsdeildini á okkara føroyska universiteti, at tað eisini verður granskað og undirvíst í føroyskari søgu. Søga hevur týdning, og í Føroyum hevur føroysk søga týdning. Á Fróðskaparsetrinum hava vit sjálvandi eina serliga skyldu til at fremja og virka fyri gransking á hægsta stigi í føroyskum máli og mentan.

Einki talar fyri, at teir fýra-fimm søgufrøðingarnir, sum árliga verða útbúnir í Føroyum, ganga fyri einki. Tvørturímóti.

Fróðskaparsetur Føroya ger støðugt kanningar av, hvat fólk, sum hava staðið prógv á Setrinum, fáast við eitt ár eftir loknan lestur. Seinastu tølini eru frá 2023. Tey vísa, at 95 prosent annaðhvørt eru í starvi ella eru farin undir enn hægri lestur. Nýggj kanning er gjørd, og tølini verða nú viðgjørd.

Til endans er at siga, at fína søguútbúgvingin gevur fólki fjølbroyttar starvsmøguleikar á miðnámsskúlum, søvnum, í samskiftismiðlum, embætisverki og í privata handils- og vinnulívinum, eitt nú hjá útflutningsfyritøkum. Og nú hava vit aftur latið upp fyri umsóknum og vóna, at mong vilja søkja.

Lesið meira um søguútbúgvingina her.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar
Almenna kjakið um javnstøðu­lóg­ina í Føroyum
Andakt
Arabisk lond játta at fíggja Gaza
Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum
Føroyskir filmar og filmsfólk seta dám á Nordatlantiske Filmdage í Danmark
Gene Hackman og konan innideyð
Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini
Lands­stýrið latið Løgtingi­num 27 uppskot í dag
Løgmaður tilnevnt nýggj lands­stýris­fólk
Makrelstovnu­rin minkar skjótt
Revsingin fyri at hava hassj uppi á sær herd
Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Tilmæli um berara­kanning og pinkubarna­skreening
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi