Kjakið um Suðuroyartunnilin
Peningurin til verkætlanina er avmarkaður, og tí má bæði samlaði kostnaðurin og kostnaðarváðin haldast so langt niðri sum gjørligt.
Seinastu tíðina hevur verið kjakast um Suðuroyartunnilin, og tað er gott. Men fakta, sum er borið fram, hevur ikki altíð verið heilt rættvísandi. Tí hesar viðmerkingar.
Suðuroyartunnilin verður ein av longstu undirsjóvartunlum av sínum slagi í heiminum, og verkætlanin er samanlagt nakað størri enn Eystur- og Sandoyartunlar tilsamans, eftir sum atknýtta vegakervið og tunnil millum Sandvík og Hvalba er íroknað.
Tá tað eisini er ein sera stór íløga hjá Føroyum, er tað av alstórum týdningi, at varðveita virðingina fyri ger av undirsjóvartunnilsverkætlanini, og teimum váðum tað inniber.
Ber tað til at gera ein Suðuroyartunnil?
Tunnilsfelagið hevur frá byrjan arbeitt við at kanna, um tað yvirhøvur ber til at gera ein so langan undirsjóvartunnil (22,8 km) innan karmin av trygd, kostnaði og jarðfrøði.
Jarðfrøðiligar kanningar vísa, at í mun til jarðfrøði bendir alt á, at til ber at gera undirsjóvartunnil úr Sandoynni til Suðuroyar. Tó er neyðugt ,at tunnilin av jarðfrøðiligum grundum kemur upp í Sandvík í Suðuroynni. Um tunnilin t.d. skuldi komið upp í Hvalba, hevði tunnilin sannlíkt komið niður í Gosmyrjuna, sum verður mett óegnað at gera tunnil í, um tað slepst undan.
Peningurin til verkætlanina er avmarkaður, og tí má bæði samlaði kostnaðurin og kostnaðarváðin haldast so langt niðri sum gjørligt. Størsti váðin liggur í sjálvum undirsjóvartunlinum, og tí má hann gerast so stuttur, sum gjørligt, so útgangstøði er realistiskt, og at orkan verður brúkt uppá at gera tunnilin so tryggan sum gjørligt.
Somuleiðis er neyðugt at gera tunnilin við ferðslu suður og norð í sama røri.
Kostnaðarmetingin á samanlagt 4,2 mkr vísir, at verandi ætlan er realistisk. Endaligi sáttmálakostnaðurin verður meiri kendur, tá tilboð eru komin inn.
Tað eru gjørdar nakrar váðametingar, sum allar vísa, at tað ber til at gera ein tunnil til Suðuroyar í einum røri, um neyðug trygdartiltøk verða gjørd. Seinasta váðametingin nevnir tríggjar møguleikar, í mun til brunatrygd. Mælt verður til eina robusta loysn við trygdarrúmum pr. 500 metrar, umframt PA-anleggi/akustikari vísiskipan, sum skal
hjálpa fólki at finna veg í samband við ein møguligan eldsbruna. Hetta er eisini ein framtíðartrygga loysn um tað vísir seg, at ferðslan verður hægri enn mett.
Onnur loysnin er at økja longdina millum trygdarrúmini til 750 metrar. Hetta krevur, at avmarkingar verða settar fyri tungari ferðslu. Harvið fellur nýtsluvirði av tunlinum.
Triðja loysnin er enn longri millum trygdarrúmini, ella eingi trygdarrúm yvirhøvur.
Hetta krevur døgnmannaða brandstøð tætt við tunnilin í báðum endum. Í longdini er hetta helst ein dýrari loysn.
Trygdarmetingarnar mæla ikki til, at neyðugt er at gera ein eyka rímingartunnil. Hetta hongur helst hagfrøðiliga saman við lágu ferðsluni í tunlinum.
P/F Suðuroyartunnilin fer helst at mæla til fyrstu loysnina við 500 metrum millum trygdarrúmini, av tí, at hetta er ein robust trygg loysn, sum eisini er framtíðartryggjað.
Allar loysnir eru grundaðar á eina máttmikla ventilatión, sum kann skumpa roykin báðar vegir eftir tørvi, so tunnilin kann ruddast fyri fólk báðumegin eldsbrunan. Í innleiðandi metingunum varð ikki mett, at íbinding til Skúvoy er ein fyrimunur í mun til trygd, men nú íbindingin verður ein partur av útboðnum, verður kannað nærmari í høvuðsprosjektinum, hvør konkreta ávirkanin verður.
Fleiri linjuføringar eru kannaðar
Tunnilsfelagið kannaði innleiðandi fleiri møguleikar fyri linjuføringum. Um uppskotini, sum eru sett fram í almenna rúminum um aðrar linjuføringar, høvdu komið beinleiðis til tunnilsfelagið, kundi tunnilsfelagið greitt viðkomandi frá metingunum hjá felagnum. Tí hesar viðmerkingar:
At leingja undirsjóvartunnilin til Hvalbiar varð frávalt, tí at tunnilin hevði sannlíkt komið í óynskta jarðfrøði við gosmyrju.
At leggja tunnilsmunnan eystanfyri Sandvík varð frávalt, tí metingar vístu, at tunnilin hevði verið ov brattur, um hann skuldi koma undir havbotnin við neyðugari yvirhædd. Loysnin hevði harafturat haft stóra ávirkan á Sandvík, antin við umfartsvegi ella einum størri havnaprosjekti á einum brimplássi, sum hevði ávirkað umhvørvið nógv.
At leggja tunnilsmunnan millum Gróthúsvatn og Sandsvatn varð frávalt, eftirsum tunnilin hevði blivið 2,8 km longri (LV loysn) og samlaða loysnin uml 500 mkr dýrari. 2,8 km av undirsjóvartunli økir um verkætlanarváðan og eisini kostnaðarváðan, og harvið gerast sannlíkindini minni fyri, at verkætlanin verður framd.
Avbjóðandi hevði verið at spreingja og injisera (tetta tunnilin), beint undir húsunum á Sandi. Eisini var henda loysnin mett at vera trupul í mun til umhvørvið, tá talan verður um eitt byggipláss í døgndrift í 8-10 ár beint við Sands Vatn og landsveg.
Við uppskotinum um tunnil inn í Vørðuna í 25m hædd, gerst tunnilin ov brattur um sleppast skal undir havbotnin við neyðugari yvirhædd.
At leggja tunnilsmunnan norðanfyri Múlan varð frávalt, eftirsum tunnilin hevði blivið
uml. 3,3 km longri og samlaða loysnin varð mett til uml 500 mkr dýrari. 3,3 km av undirsjóvartunli økir um verkætlanarváðan og eisini kostnaðarváðan, og harvið gerast sannlíkindini minni fyri, at verkætlanin verður framd.
Eisini varð henda loysnin mett at vera trupul í mun til umhvørvið, tá talan verður um eitt byggipláss í døgndrift í 8-10 ár beint við Sands Vatn og landsveg.
At gera undirsjóvartunnilin úr Dali varð frávalt, tí Dalstunnilin er ov smalur. Trupult hevði eisini verið at havt eitt stórt byggipláss í Dali í 8-10 ár í døgndrift.
Ongar av alternativu tunnilslinjunum hava eina veruliga loysn á hvat gerast við gróti.
At gera byggipláss í Skúvoy og spreingja atkomutunnil, fyri síðani at spreingja suður og norð, var ikki mett realistik orsakað av
o Viðkvæmari náttúru,
o At hava 5 ár við byggiplássi og dagligum veitingum av byggitilfari, betong og olju út í oynna
o Tað slepst ikki av við tunnilsgrótið
o Tilbúgving í byggitíðini er ikki til staðar
o EL veiting er ikki løgd út í oynna og 2-3 stór aggregat mugu setast út í oynna
o Ikki realistisk loysn, uttan at ein havn verður gjørd, sum klárar atkomu í øllum veðri. Talan er um brimpláss. Hartil skal ferja fáast til vega.
Mett er, at tað ber til at gera ein avmarkaðan atkomutunnil til Skúvoy, men um verkætlanin frá byrjan verður gjørd størri enn neyðugt, eru sannlíkindini fyri fíggjarligum rásarúmi til atkomutunnilin verri. Jú longri Suðuroyartunnilin verður, minni fíggjarligt rásarúm verður fyri at Skúvoy verður krøkt uppá.
Niðurstøða
Í stuttum kann sigast, at jú størri verkætlanin verður, við hartil hoyrandi eyka váðum, ger verkætlanina minni sannlíka.
Vinarliga vegna P/F Suðuroyartunnilin
Bergur Poulsen Teitur Samuelsen Einar Brimnes
Nevndarformaður Stjóri Verkætlanarleiðari
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum

Tilmæli um berarakanning og pinkubarnaskreening
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











