Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Eitt klútateppi av rang

Innanlands | 14/03-2025 11:04

Uppskotið vísir, at politiska skipanin er við at ”missa" sambandi við fólkið, sum ”øll” eru ímóti at hækka pensjónsaldurin

Í desember mánaði í fjør, nevniliga 2. desember 2024, sendi Landsfelag Pensjónista eitt hoyringssvar til Almanna- og mentamálaráðið í sambandi við løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir, áseting av pensjónsaldri, o.a.

Eftirsum uppskotið er til 1. viðgerð í løgtinginum í dag, 14. mars 2025, loyva vit okkum at endurgeva hoyringssvar okkara niðanfyri.

Landsfelag Pensjónista, sum hevur fingurin á pulsinum, tá talan er um verandi og komandi pensjónistar í Føroyum, og sum er ein ”ráðgevandi” partur til okkara politisku skipan, hevur fingið hetta uppskotið til viðgerðar, og vilja vit koma við
okkara ”ráðgeving” út frá støðuni hjá pensjónistum og Føroya fólki sum heild. 

Landsfelag Pensjónista vil fyri tað fyrsta boða frá, at vit als ikki taka undir við at pensjónsaldurin hækkar upp í 70 ár.

Fyri tað næsta meta vit, at fyriliggjandi uppskot er eitt ”klútateppi”, sum als ikki hoyrir heima, tá talan er um pensjónsaldur. Pensjónsaldurin í Føroyum eigur at vera ein, og L.P. hevur hildið og heldur framvegis, at pensjónsaldurin í vælferðasamfelagnum í Føroyum er 67½ ár.

Fyri tað triðja meta vit, at uppskotið vísir, at tann politiska skipanin er við at ”missa" sambandi við føroyska fólkið, sum ”øll” eru ímóti at hækka pensjónsaldurin, íroknað pensjónistarnir, eins og sitandi landsstýrið gjørdi, tá tit minkaðu grundupphæddina í fólkapensjónini við 580,00 kr. um mánaðin.

Fyri tað fjórða fer landsstýrið við hesum uppskotinum eftir teimum, sum eru á niðastu rók, tí her er talan um størsta bólkin í tí føroyska samfelagnum, sum liggur undir fátækramarkinum.

Fyri tað fimta er tað beinleiðis skeivt, tá sagt verður, at hetta verður gjørt fyri at ”bjarga” langtíðarhaldførinum í Føroyum. Veruleikin er tann, at hækkan av pensjónsaldrinum bjargar ikki langtíðarhaldførinum í Føroyum, men vil einans viðføra, at ”gjógvin” millum Føroya fólk, íroknað pensjónistarnar, og skrivstovuveldið og politiska valdið í Føroyum gerst størri, sum klárt framgongur í longu givnu hoyringssvarunum. Nei, skulu vit tosa um langtíðarhaldføri í Føroyum, skulu vit byrja á heilt øðrum stað, á ”ovastu rók”.

Fyri tað sætta er tað óforsvarligt at skuldseta pensjónistarnar, sum hava goldið til sína fólkapensjón alt teirra arbeiðslív, síðani fólkapensjónsskipanin kom í gildi í Føroyum, har skattauppgerðin fyrstu árini vísti, hvussu nógv ein hevði goldið til fólkapensjón, nú verða niðurgjørd og eina byrðu í fylgiskjali ”pensjónsaldurin”, tá sagt verður, ” skal verandi ættarlið bæði gjalda til egna pensjón og pensjónina hjá foreldrunum?” (rættvísi síðu 11).

Nei veruleikin er tann, at vit bara fáa útgoldið ta fólkapensjón, sum vit hava goldið inn í landskassan.

Fyri tað sjeynda vilja vit vísa á, at pensjónsaldurin er tann hægsti í Føroyum av øllum londunum rundan um okkum, og vit vita, at vælferðasamfelagið Føroyar hevur ráð til at gjalda sínum ”arbeiðsfólki” sína fólkapensjón, eisini í framtíðini, alt annað er undanførsla.

Fyri tað áttanda síggja vit hetta uppskotið sum eitt regulert spariuppskot, har fólkapensjónin, sum vit øll hava goldið inn til, nú verður tikin frá øllum teimum frá 67 árum til 70 ár.

Fíggjarmálaráðið metir, at nýggir pensjónistar komandi árini fáa í meðal 7.000,00 kr. um  mánaðin.
Hugsi tykkum til, at pensjónistar fáa ta ”ørandi” upphæddina uppá heilar 7.000,00 kr. um mánaðin úr landskassanum, mótvegis teimum ”lógvatøkum”, sum verða veitt teimum almennu, sum gevast.

Fyri tað níggjunda, so framgongur í viðløgdu skjølum, at fyriliggjandi uppskot byggir á eitt sera ivingarsamt grundarlag, tí sagt verður »men gongdin seinastu 15 árini og framrokningarnar vísa, at tað eru avbjóðingar við øllum punktum!«

Nú blíva øll fólk tvingað við lóg at arbeiða til tey verða 70 ár ella eldri, um tey orka tað ella ikki, grundað á eitt veikt og í ringasta føri skeivt hagtalsgrundarlag.

Vísandi til omanfyristandandi vil Landsfelag Pensjónista mæla Landsstýrinum til at sleppa hesum uppskotinum, tí tað er óforsvarligt at fremja móti sjófólki, handverkarum, tímaløntum, arbeiðsfólki innan heilsuøkið, skúlaverkið o.s.v., ja móti tí føroyska fólkinum, harav nógv eru og vilja vera ”útslitin” fleiri ár, áðrenn tey eru komin til 67½ ára aldur. Tí er tað beinleiðis óforsvarligt, at tvinga hesi fólk við lóg at arbeiða til tey eru 70 ár, ja ”skrivstovuveldið” tosar nú um at hækka pensjónsaldurin upp í 74 ár, t.v.s. hækka pensjónsaldurin við 7 árum.

Argir 14. mars 2025
v. Landsfelag Pensjónista

Beate L. Samuelsen, forkvinna


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Eitt klútateppi av rang
Fá nýggja vitan og royndir í øðrum Norð­urlandi
FNU setur aðalskrivara
Hall á fíggjar­lóg­ini merkir hægri skuld
Kjakið um Suðuroyar­tunnilin
Laksaprísu­rin lágur í mun til seinasta ár
Meirilutin av nettotilflyting­ini eru útlendingar
Tað verður tosað grønt, men handlað svart
Tann misvísandi milliardin
Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi