Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár
Árið byrjaði væl, men síðan er prísurin lækkaður nógv í mun til seinasta ár
Laksaprísurin verður uppgjørdur hvørja viku. Fiskaprisir hava verið høgir. Og onkrir eru framvegis rættuliga høgir.
Men laksaprisurin hevur síðan seinasta summar havt trupult við at halda prísin árið frammanundan. Beint áðrenn jól og tvær tær fyrstu vikurnar í 2025 var prísurin rættuliga góður.
Síðan tá hevur hann verið væl lægri enn seinasta ár. Í ár líkist prísurin tí sum var í 2022. Tá byrjaði hann at hækka hesa tíðina. Men tá var eisini korona uppi í leikinum.
Ein orsøk er, sambært greinarum, at tað er nógvur laksur á marknaðinum. Seinasta ár bleiv mett, at prísurin seinna hálvár í 2025 kundi koma undir ávíst trýst.
Men tað er dýrt at framleiða eitt kilo av laksi. Tí er neyðugt við høgum prísi. Onkur greinari viðmerkjur, at prísur á øðrum matvørum eisini ávirkar laksaprísin.
Tað eru nógvar metingar. Men at meta eftir einum mána ella einum ársfjóðringi kann lættliga gerast misvísandi. Men tað tykist sum prísurin á laksi hevur funni eina legu. Í øllum førum eru prísirnir seinastu árini á leið eins, meðan teir eru væl hægri enn árini frammanundan.
Vænta verður eisini at selda nøgdin økist komandi árini.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Eitt klútateppi av rang

Fá nýggja vitan og royndir í øðrum Norðurlandi

FNU setur aðalskrivara

Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Laksaprísurin lágur í mun til seinasta ár

Meirilutin av nettotilflytingini eru útlendingar

Tað verður tosað grønt, men handlað svart

Tann misvísandi milliardin

Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











