Hall á fíggjarlógini merkir hægri skuld
Hall á fíggjarlógini, áleið 1% av BTÚ ár undan ár, eigur ikki at koma fyri í einum samfelagi uttan nakað nevnivert arbeiðsloysi.
Hallið hjá landskassanum er mett at vera 102 mió. kr. í 2024, 305 mió. kr. í 2025 og 266 mió. kr. í 2026. Eisini verður roknað við hallið samlað sæð hjá kommununum á 244 mió. kr. í 2024 og 169 mió. kr. í 2025. Hall skal fíggjast og tað merkir, at skuldin økist bæði hjá landi og kommunum.
Myndin niðanfyri vísir, at úrslitið á fíggjarlógini er mett at verða eitt hall á 300 mió. kr. í 2025 og enn eitt hall á 265 mió. kr. í 2026. Hetta svarar til áleið 1% av BTÚ ár undan ár, sum ikki eigur at koma fyri í einum samfelagi uttan nakað nevnivert arbeiðsloysi.
Talvan niðanfyri vísir somuleiðis, at tað eisini er eitt samlað hall hjá kommunum.
Hallið má fíggjast við øktari lántøku. Tað ber við sær hægri rentuútreiðslur, ið hevur við sær, at ein størri partur av skattainntøkunum, skulu nýtast til at rinda rentur.
Verður einki gjørt, kemur hallið at vaksa enn meira. Demografiska gongdin við veksandi talinum av eldri fólki merkir, at útreiðslurnar fara at renna frá inntøkunum, um ikki bygnaðarligar broytingar verða framdar. Tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnar skipa samfelagið fíggjarliga skynsamt, soleiðis at tað í longdini er samsvar millum inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna, annars fer almenna skuldin at veksa uttan íhald, og vælferðin fer at versna.
Mest lisið í farnu viku

Lívið nær Gudi
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











