Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Tað verður tosað grønt, men handlað svart

Innanlands | 18/03-2025 21:32

Enn einaferð fellur samgongan eitt “grønt uppskot”. Tey vilja ikki hjálpa teimum lægstløntu at gerast partur av grøna orkuskiftinum

Hóast sitandi landsstýri hevur marknaðarført seg nógv sum eitt “grønt landsstýrið”, so sæst hetta ikki aftur í verki. CO2 útlátið er vaksið í hesum valskeiðinum, og el-lóggávan er broytt, soleiðis at ætlaðar grønar umleggingar eru blivnar ómøguligar at gjøgnumføra. Nú hava umboðini fyri samgonguna í rættarnevndini lagt eitt álit fram, har mælt verður Løgtinginum frá at samtykkja eitt lógaruppskot frá andstøðuflokkunum um at skipa ein el-marknað.

Skal hjálpa borgarunum
Tað er sera trupult hjá vanligum borgarum at gjøgnumskoða, um tað loysir seg at leggja um til grøna orku. Hvør íløga er tann rætta, hvussu nógv kostar hon, hvussu nógv sparir hon í rakstrinum, og hvussu nógv ár tekur tað at spara íløguna innaftur?

Alt hetta eru viðkomandi spurningar, sum eru torførir at svara. Tí høvdu tilboð við pakkaloysnum, har alt er íroknað, verið fremjandi fyri grøna orkuskiftið.

Harvið høvdu fólk kunnað fingið nágreiniliga at vita, hvussu nógv tey skuldu rinda hvønn mánað tey næstu árini.

Tað var endamálið við uppskotinum hjá andstøðuni. Tey sum selja orkuloysnir skuldu kunna gera avtalu við SEV um el-prís, og hesin prísurin skuldi so vera partur av eini pakkaloysn, har kundin langtíðarleigaði eina hitaskipan. Neyðugt hevði ikki verið hjá kundanum at tikið lán, og veitarin hevði gjørt alt arbeiðið við at skifta oljufýringina út við eina nýggja, grøna skipan.

Gott fyri tey við lágari inntøku
Kanningar vísa, at tað eru fyrst og fremst fólk við høgum inntøkum, ið gera íløgur í el-bilar og grønar hitaskipanir. Hetta hongur uttan iva saman við, at tey við lægri inntøkum hava ikki ráð til slíkar íløgur. Men við uppskotinum frá andstøðuflokkunum høvdu borgararnir sloppið undan at tikið dýr lán, og tey høvdu eisini fingið at vita frammanundan, hvussu nógv tey skuldu rinda hvønn mánað – bæði fyri íløgu og streym.

Men enn einaferð velur samgongan at fella eitt “grønt uppskot”. Tey vilja ikki hjálpa teimum lægstløntu at gerast partur av grøna orkuskiftinum. – Tað verður tosað grønt, men handlað svart.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Eitt klútateppi av rang
Fá nýggja vitan og royndir í øðrum Norð­urlandi
FNU setur aðalskrivara
Hall á fíggjar­lóg­ini merkir hægri skuld
Kjakið um Suðuroyar­tunnilin
Laksaprísu­rin lágur í mun til seinasta ár
Meirilutin av nettotilflyting­ini eru útlendingar
Tað verður tosað grønt, men handlað svart
Tann misvísandi milliardin
Veiðubann fyri makrel og sild í 2028!
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi