SPD og CDU nærkast stjórnarsemju
Í Týsklandi eru teir komnir undir land við stjórnarsamráðingum. Men eins og seinast, tekur tað tíð, og ávísir trupulleikar eru.
Fyri at hava pengar, til ætlanir, var neyðugt at hækka skuldarlofti. Til tess krevst kvalifiseraður meiriluti. Hesin meiriluti finst ikki í nývalda parlamentinum. Í Týsklandi tekur nývalda parlamenti ikki við, fyrr enn eina tíð aftaná valið. Tí valdu partarnir at gera skjótt av og leggja uppskot fyri nú skjótt farna parlamenti og fáa málið samtykt. Og tað er nú avgreitt.
Nýggjur Kanslari skal veljast í apríl. Til tað tíð skulu teir helst verða komnir á mál við samgongusamráðingum.
Týskland samtykti at hækka lánslofti 4.000 milliardir. Hetta skal brúkast til hernaðarmál og vegir. Men eisini onnur økir fáa pengar.
Í løtuni umrøða teir at seta í gildi stuðul til el-bilar. Hesin stuðul fall burtur í 2023 og sølan minkaði 27%. Sølan av el-bilum í týsklandi er 13,5% av samlaðu bilasøluni.
Í flestu stórbýum kæra fólk sína neyð um at tað tekur langa tíð at koyra til arbeiðis og at bíðirøðir eru langar. Tey siga tey brúka meira enn 1 tíma til tað sum átti at tikið 20 minuttir.
Skattur á fyritøkur og persónar verður eisini umrøddur.
Tað eru CDU og SPD, sum samráðast um stjórn. Teir skulu helst hava stuðul frá Vinstra ella teimum Grønu. Men hesir flokkar eru ikki beinleiðis við í samráðingum. AFD, sum gjørdist næst stórst flokkur sleppur ikki við til samráðingar og als ikki í stjórn.
Mest lisið í farnu viku

Andakt

Captain Morgan gerst lokalur

Eindarkostnaðirnir mugu lækkast fyri øll vælferðarøkini

Framløgudagur um Fiskivinnuroyndir

Hernaðarstrategiski týdningurin hjá Føroyum í dag

Leiguprísir hækkaðir 8%

Rós til løgmann – ja takk til nýskipan

Russar kunnu aftur selja fisk og brúka útlenskar havnir

Sólberg fiskaði 13.000 tons av botnfiski

SPD og CDU nærkast stjórnarsemju

Tørvur á umleið 450 fleiri búplássum komandi árini
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











