Captain Morgan gerst lokalur
Serstakt vørumerki gevur væl hægri pris, men ein av størstu framleiðarunum væntar húsagang, um framleiðast skal lokalt.
Tað er vandi í hvørjari vælferð.
Rom hevur ikki nógv at gera við fisk. Men felags er tó at tað kann verða avbjóðandi at framleiða alt lokalt.
Fyri at verja vøruna hevur Jamaika broytt reglurnar, soleiðis at Jamaika Rom bara kann framleiðast á Jamaika. Endamálið er at tryggja navn á vøruni eins og at tryggja sær at vøran framvegis kann seljast fyri ein høgan prís. Mett verður, at prísurin er 1,5 - 2,5 ferðir so høgur á vøruni, um hon kann verjast og gerast serstøk.
Tað tryggjar eisini, at onnur ikki kopiera framleiðsluna og kalla hana sama navn. Cheddar ostur kemur upprunaliga úr ávísum øki í Bretlandi, men nú framleiða øll cheddar ost.
Hetta kann tykjast einfalt. Men ein av stórstu framleiðarunum, framleiður Jamaika Rom á Jamaika og sendir tað síðan uttanlanda har tað verður goymt í tunnum í langa tíð, áðrenn tað kann seljast. Nú er vandi fyri at hesin framleiðari fer á húsagang.
Tað er Jamaica's Intellectual Property Office, sum umsitur málið. Avgerðin er kærd og skal viðgerðast komandi mánarnar.
Mest lisið í farnu viku

Lívið nær Gudi
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











