Nýggj sending á R7
Í morgin, týsdagin, verður sendingin “Norðurrás” at hoyra á R7 - Kringvarp.
Sendingin fer at snúgva seg um vinnu- og mentanarlív í Klaksvík í breiðari merking. Men í fyrstu sendingini verður sjóneykan sett á Summarfestivalin ið byrjar komandi hósdag.
Tað er Klaksvíkar kommuna ið skipar fyri sendingini og Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, leggur sendingina til rættis og er vertur. Men í hesi fyrstu sendingini við summarfestivalinum sum høvuðstema, er Ragnhild Ellingsgaard medvertur.
Fleiri spennandi innsløg eru á skránni. Millum annað kemur Jógvan Skorheim at práta stutt um sendingina, og um hvat hendir í býnum.
Steintór Rasmussen og Erik Biskupsstø fara at lýsa bólkarnar sum eru við í ár, og tosa eitt sindur um høvuðsnøvnini.
Vit fara eisini at frætta um trygdina á festivalinum, hvussu hon er skipað, hvussu nógv fólk eru við í trygdarskipanini og hvussu samstarvið er við t.d. bjargingarlið, løgreglu og sjúkrahúsið.
Elsa Olsen, ið er leiðari á Noroyða Kunningarstovu, fer at greiða frá um bátaplássini, tjaldingarøkið og kampingarøkið.
At enda fara Dávur og Ragnhild at práta um skránna fyri “Summarvikuna”, ið er upphitingin til Summarfestivalin, og fara at hyggja eftir hvat er á skránni mánadag til hósdag.
Sendingin “Norðurrás” verður frumsend í morgin kl. 15, og verður framyvir at hoyra týsdagar kl. 15, beint eftir sendingina Metis.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











