Landsstýrið í tvístøðu um bonusskipanir
Landsstýrið hevur fastar reglur um bonusskipanir - tó ikki fyri Atlantsflog.
Tá Atlantsflog kunngjørdi sína nýggju bonusskipan, “Merkið”, vóru tað fleiri sum vístu sína misnøgd við skipanina. Millum annað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Kringvarpið, at hann og landsstýrismaðurin við vinnumálum høvdu avgjørt at boða Atlantsflogi frá, at hvørki landsstýrisfólk ella embætisfólk í landsstýrinum vilja brúka skipanina.
Men hetta samsvarar illa við ásetingar, sum landsstýrið hevur hildið seg til, líka til Atlantsflog boðaði frá síni bonusskipan.
Lønardeildin undir Fíggjarmálaráðnum hevur nevniliga gjørt eitt sokallað “rundskriv” um tænastuferðir uttanlands. Í tí stendur soleiðis í grein 6, stk. 5:
“Tænastustaðurin eigur bonusstig og annan avsláttur, ið vunnin verður í samband við tænastuferðir, og má hesin einans nýtast í samband við tænastuferðir. Starvsfólk hava ikki loyvi at brúka bonusstig, ið eru vunnin í samband við tænastuferð til privata nýtslu.”
Hetta merkir, at tey bonusstigini, sum tænastufólkini fáa í boði, tá tey eru á ferð í arbeiðsørindum skulu latast til almenna arbeiðsplássið. Men er talan um Atlantsflog, so skulu tey, sambært løgmanni, als ikki taka ímóti bonusstigum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur