Ódnin Irma: 95 prosent av karibiskari oyggj eru løgd í oyði
Ódnin Irma er ein tann ringast, sum fólk vita um.
Hildið verður at 95 prosent av franska partinum av karibisku oynni St. Martin eru løgd í oyði, eftir at ódnin Irma herjaði í økinum í gjár.
Irma er ein av ringastu ódnunum sum fólk vita um í økinum. Á oynni St. Martin eru 6 fólk skrásett at vera deyð av ringa veðrinum. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
“Hetta er ikki tað endaliga talið. Vandi er tíverri fyri at fleiri deyð fara at verða funnin,” sigur ein talsmaður fyri fronsku myndugleikarnar á staðnum.
Umframt at hava kravt fleiri mannalív, hevur ódnin havt sera stóran materiellan skaða við sær.
“Hetta er ein øgilig vanlukka. 95 prosent av oynni eru løgd í oyði. Eg eri skelkaður,” sigur Daniel Gibbs, sum er lokalur embætismaður á oynni.
Barbuda og partar av Antigua vóru uttan samband við umheimin í nógvar tímar í gjár, meðan ódnin herjaði, og á Barbuda er eitt fólk deytt av ódnini.
Ódnin Irma hevur eina vindferð á 300 km/t. Tað svarar til meira enn 80 m/s.
Kelda: TV2
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avtala gjørd við Noreg um fiskiveiðirættindi fyri 2025
Broytingar í sjófeingislógini
Fólkapensjón og aðrar almannaveitingar hækka á nýggjárinum
Jólakonsert í Gøtu Kirkju
Løgmálaráðið eftirkannað 158 uppskot
Pensjónsuppsparing
Sildarok í 1941
Tilmæli frá Havstovuni um tosk fyri 2025
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur