Føroysk mentan á breddan í Brússel
Umframt at røkja handilsviðurskifti og onnur politisk mál í ES høpi, leggur Sendistovan í Brússel eisini dent á at menna sambond á mentanarøkinum, til tess at fremja kunnleika og tilvitan um føroyska mentan og list í evropeiskum høpi.
Seinni í ár eru mentanarlig tiltøk á skránni í Brússel við føroyskari luttøku, og tiltøkini fevna bæði um mál og bókmentir, sniðgevan og tónleik.
Yrking á føroyskum
Transpoesie er árligt tiltak í Brússel, har yrkingar úr fleiri londum verða vístar fram í almenna rúminum á upprunamálum og í fronskum og hollendskum týðingum. Transpoesie verður sjósett 26. september, ið er evropeiski dagurin fyri mál og málsliga fjølbroytni.
Í ár hevur Rithøvundafelagið víst á Oddfríð M. Rasmussen at umboða Føroyar. Tann 9. november luttekur hann á einum tiltaki saman við yrkjarum úr 6 øðrum londum, har hann fer at lesa upp yrkingar á føroyskum.
Meir kann lesast um hetta á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
Kelda: www.uvmr.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur