Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fíggjarlógin løgd fram

Innanlands, Politikkur | 29/09-2017 11:09
Mynd: Ingolf S. Olsen

Á tíðindafundi fyrrapartin hevði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum framløgu um fíggjarlógina 2018.

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2018 er merkt av at tíðirnar eru góðar, og yvirskotið verður tað stórsta í mong ár.

Avlop landskassans verður 408 mió. kr. í 2018, og rakstrarútreiðslurnar vaksa 1,9%. Umleið 2/3 av avlopinum verður brúkt til at gjalda niður skuld, meðan umleið 1/3 verður sett í Búskapargrunn Føroya, skrivar fíggjarmálaráðið á heimasíðu síni.

Inntøkurnar vaksa nógv, men tað leggur eisini trýst á politikarar at geva út á útreiðslusíðuni. Landsstýrið roynir at halda aftur, og hevur fyrr boða frá at rakstrarútreiðslurnar skulu ikki hækka meira enn 1,5% umframt lønarvøkstur. Men har hevur man givið eitt sindur eftir fyri trýstinum, tí í uppskotinum er vøksturin, sum nevnt, 1,9% umframt lønarvøkstur.

Á íløgusíðuni verður ikki hildið aftur. Stóra íløgan er nýggja havrannsóknarskipið men eisini innan almenna bygging verða pengar brúktir.

Góðu tíðirnar hava havt við sær, at fleiri fólk eru flutt til landið. Og tað setur eisini síni krøv, tí nú eru tað sjálvandi fleiri ið skulu hava almennar tænastur. Tað sæst eisini aftur á fíggjarlógini.

Landsstýrið hevur gjørt avtalu við Sjálvstýri. Sambært fíggjarmálaráðnum, so eru samgongan og Sjálvstýrið samd um "at virka fyri størri virksemi og fleiri íløgum kring landið, og partarnir hava tí gjørt semju um fíggjarlógaruppskotið fyri 2018." Hvat tað kemur at merkja er ikki greitt enn, men tað frætta vit meira um seinni.

Eftir øllum at døma hevur Sonja Jógvansdóttir bert fingið part av sínum krøvum við. Tingkvinnan vildi hava at útgjaldið til fyritíðarpensionistar hækkaði 3000 kr. yvir tvey ár, umframt at loftið verður tikið av skattafrádrátturin fyri fakfelagsjald. Í tí fíggjarlógaruppskotið ið fyriliggur, hækkar útgjaldið við 1.000 kr., men broytingin í skattafrádráttinum er ikki við.

Framløgan hjá fíggjarmálaráðharranum kann síggjast her.

Uppskotið til fíggjarlóg kann lesast her


Lagt út: Tóri Højgaard
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi