Gabla-tíðin í Føroyum eitur aðrastaðni “lítla ístíðin.”
Feðgarnir Gabel vóru lensharrar í Føroyum 1655 -1709 og fingu skyldina fyri kuldan, ið gav fellisár her, og sonevnda “lítla ístíðin” herjaði Norðurevropa
Menniskjan er ein “tropiskur skapningur”, ið hevur uppruna í heitastu pørtum heimsins, og hevur breitt seg frá ekvator í norður og suður eftir síðstu ístíð.
Veðrið broytist alla tíðina, og lýkka hevur altíð gagnað livikorum manna. Tí er tað púra gagg, tá vísindafólk nú krevja studning og alt vald á orkukeldum heimsins fyri at bjarga mannaættini undan alheims “upphiting” og undirgangi.
Evropa hevði framburð í miðøld (700-1200), tá Føroyar vórðu bygdar. Tað stóðst av, at luftin var 1-2 stig lýggjari áðrenn enn eftir 1300, tá hungur, hall og sóttir legsaðu miljónir av fólki í Evropa niður, og kríggj vóru um tilfeingi.
Kaldast var í Norðurevropa í 17. øld, og tí verður 1600-talið kallað “lítla ístíðin”. Seinna helvt av øldini eitur í Føroyum Gabla-tíðin, tí 1655 – 1709 høvdu feðgarnir Christoffer og sonurin Friedrich Gabel Føroya í len frá kongi.
Hesir báðir jassarnir vóru ongantíð í Føroyum, men stýrdu okkum við grískari kraddarahond ígjøgnum einahandilin úr Danmark, ið var í kríggi alla 17. øld.
Tað var so kalt, at danakongur misti í 14. øld samband við norðbúgvar í Grønlandi, havísur avbyrgdi Íslands og illveður Føroyar á vetri, Eystrasalt frysti, og London hevði “íssirkus” á Thames hvønn vetur, kavi og ísur í erva avtoftaðu túsundtals bygdir, og vakstrartíðin styttist fleiri vikur um summarið.
Men sunnantil í Evropa var betri, og Háland, Frakland og Ongland sendu her- og handilsflotar út í heim at taka nýggj lond. Framstig vóru í sigling og tøkni.
Hví var so kalt her norðuri ta “lítlu ístíðina”? Jú, ein bretskur stjørnugranskari, E.W. Maunder staðfesti, at talið á “sólblettum”, t.e. gassgosum á sólskorpuni, fall úr 50-100 árliga, niður í lítið og einki 1650-1700. Henda hálva øldin hevur síðan verðið kallað “The Maunder Minimum”.
Jú meiri gosvirksemi í sólini, jú lýggjari veður á jørðini. Eftir 1750 er luftin á norðaru hálvu ornað somu1-2 hitastig, hon kølnaði frá 1300 til 1700. Tey døpru tíðindini eru, at færri gos hava verið eftir 2000, so tað fer at kólna aftur.
Mest lisið í farnu viku

4 fólk dømd fyri rúsevnasmugling við seglbáti til Føroyar

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Andakt

Ábendingar um lægri vøkstur og tørvur á veruligum nýskipanum

Gene Hackman og konan innideyð

Helgi Abrahamsen finnur ikki vallyftini

Kjakið um Suðuroyartunnilin

Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot í dag

Løgmaður tilnevnt nýggj landsstýrisfólk

Makrelstovnurin minkar skjótt

Skrøgg og fakta um útbúgvingar á Setrinum
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











