Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Símun Absalonsen

Innanlands, Lesarabrøv | 10/10-2017 16:13

Í tíðargrein í Sosialinum undir yvirskriftini “Karaktermorð fyri almennar licenspengar?” viðger Símun Absalonsen, statsaut. revisor, tíðindaflutningin hjá Kringvarpi Føroya um skattamálið hjá Betri Banka.

Símun eftirlýsir eina eftirmeting av leiklutinum hjá KVF. Ein uttanhýsis eftirmeting er longu gjørd av fyrstu dokumentarsendingini um málið, nevnd “Skattamálið”, tí Betri Banki kærdi KvF til Fjølmiðlanevndina. Niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini í desember 2016 var, at grundarlag var ikki fyri at geva KvF átalu, hóast sendingin sambært nevndini til tíðir kann tykjast eitt sindur eintáttað.

Meginparturin av tíðargreinini er ein skattatøknilig viðgerð av málinum, soleiðis sum greinaskrivarin sum grannskoðari sær málið. Tíðargreinin umrøður tó eisini viðferðina, sum Kringvarpið hevur givið trimum av høvuðspersónunum í málinum, Súna Schwartz Jacobsen, Jørn Astrup Hansen og Eyðun Mørkøre. Pástandurin er, at KvF pallsetir teir tríggjar høvuðspersónarnar sera ymiskt. KvF fer í næstum at gera eina innanhýsis eftirmeting av dekninginum av hesum málið, har sjónvarpaðu samrøðurnar við teir tríggjar høvuðspersónarnar eisini verða viðgjørdar. Yvirskipað kann tó longu nú sigast, at sjónvarpaðar samrøður verða skipaðar á ymiskan hátt alt eftir leiklutinum hjá tí, ið verður interviewaður. Tí nýtist einki forgjørt vera í, at samrøðurnar við teir tríggjar persónarnar bróta frá hvørjum øðrum.

Tíđargreinin endar við eini ákæru ímóti KvF um at bróta kringvarpslógina. Hetta er ein somikið álvarsom ákæra mótvegis stovninum, at eg sum stovnsleiðari ikki kann hava hana standandi uttan neyvari viðgerð. Serliga ikki, tá eg sum nýsettur kringvarpsstjóri havi sum eitt av aðalmálum mínum at styrkja trúvirði stovnsins. Í samráð við stýrisformannin fyri KvF havi eg í tí sambandi samskift við Fjølmiðlanevndina, hvørt tey koma at viðgera ákæruna um lógarbrot frá Símuni Absalonsen. Sambært lógini um fjølmiðlaábyrgd tekur Fjølmiðlanevndin avgerð í málum, ið viðvíkja brot á góðan fjølmiðlasið.

Einasta ítøkiliga grundgevingin í tíðargreinini fyri, at KvF skal hava framt lógarbrot er, at høvuðspersónarnir í sonevnda Skattamálinum eru viðfarnir ymiskt av KvF í sjónvarpaðum samrøðum. Óansæð um Fjølmiðlanevndin viðger ákæruna um lógarbrot ella ei, koma vit í KvF at eftirmeta okkara egna tíðindaflutning í hesum máli – eins og vit javnan gera við tíðindaflutning um onnur mál.

Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri


Lagt út: Tíðindaskriv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi