Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Veðurlagsbroytingar: Skerpikjøt í vanda sum matvøra

Innanlands, Vísind | 16/10-2017 08:00
Tað er umráðandi, at politikararnir í Norðuratlantshavi longu nú fyrireika seg til at gera broytingar í undirstøðukervið, sigur Jesper Theilgaard. Foto: Kaj Joensen /det færøske nyhedsbureau | Mynd: Kaj Joensen /føroyska tíðindastovan

Politikararnir í Grønlandi og Føroyum verða noyddir at seta tiltøk í verk, so tað ber til at liva undir broyttum veðurumstøðum. Tað segði veðurmaðurin Jesper Theilgaard á føroysku ráðstevnuni í Climate Planet í Keypmannahavn um veðurlagsbroytingar sambært Føroysku Tíðindastovuni í Danmark.

Veðrið fer at broyta seg í Norðuratlantshavi sum avleiðing av heimsupphitingi. Tað legði danski veðurmaðurin Jesper Theilgaard enn einaferð dent á í fyrilestri, sum hann helt á føroysku ráðstevnuni í Climate Planet á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn.

Sannlíkt er, at Føroyar fara at fáa fleiri stormar við størri styrki og meiri avfall.

- Viðvíkjandi Grønland er tað avgerandi, at Grønland sum samfelag fer at broyta seg dramatiskt í takt við, at ísurin bráðnar og at tað ikki á sama hátt fer at bera til at gagnnýta ísin sum flutningsleið. Ísurin verður ov tunnur og veiðumenninir kunnu ikki fara út á ísin. Nakrar avmarkingar koms í veiðusamfeløgunum, sigur Jesper Theilgaard.

Stormar broyta kós

Allar heimsins tjóðir skulu arbeiða fyri, at hitin ikki hækkar meira enn tvey stig, men taað er eisini umráðandi at fyrireika seg til broytingar, tí tað tekur drúgva tí at venda gongdini.

- Tað snýr seg um at viðurkenna, at hetta hendir. Tað nyttar ikki nakað, at vit seta okkum niður í stólin og siga, at tað kann vera, at tað hendir, og hvat so? sigur Jesper Theilgaard.

Granskararnir arbeiða við ymsum scenarium fyri, hvussu stormarnir fara at ávirka Føroyar. Men longu í dag eru harðari stormar, serliga tá teir koma niður millum fjøllini og gjøgnum ein fjørð. Orsakað av veðurlagsbroytingunum kann vanliga vindkósin venda.

Tí er umráðandi, at politikararnir í Norðuratlantshavi longu nú fyrireika seg til at gera broytingar í undirstøðukervinum.

- Vit eru noydd til at vera aktiv og undan broytingunum. Útbyggingin av undirstøðukervinum kostar pengar og tekur tíð, og hetta skal gerast rætt, sigur Jesper Theilgaard.

Skerpikjøt í vanda sum matvøra

Granskararnir tosa um, hvørt Golfstreymurin viknar ella ei. Golfstreymurin tryggjar, at vit hava eitt nøkulunda støðugt veðurlag í Norðuratlantshavi og ein støðugan hita í havinum kring Ísland, Føroyar og Norra. At ísurin bráðnar í Arktis kann meðvirka til, at Golfstreymurin viknar.

- Upp á stutt sikt hendir ikki so nógv. Golfstreymurin er ein sera støðugur streymur. Ferðin og intensiteturin er máldur upp framvið norsku strondini, har ikki reiðiliga ber til at síggja nakra viknan av týdningi, sigur Jesper Theilgaard og vísir á, at upp á stutt sikt verður tosa um nøkur áratíggju.

Broytist hitin í havinum fer tað at ávirka, hvørji fiskasløg vera í havinum kring Føroyar, tí fiskatorvurnar flyta seg eftir hitanum.

Broytingarnar í hitanum í luftini fara eisini at fáa avleiðingar.

- Trupulleikin við hægri hita eru nýggj sløg av bakterium og skaðadjórum. Vandi er fyri, at gamli hátturin at turka kjøt ikki kann brúkast meira, tí ein nýggj rotbakteraða fer at taka seg upp. Taað ger, at skerpikjøt er í vanda sum matvøra, sigur Jesper Theilgaard.

Skógarmotta og nýggjar sjúkur

Landsstýriskvinnan í umhvørvis- og orkumálum, Sirið Stenberg, sigur vvið Føroysku Tíðindastovuna, at tað er trupult hjá politikarunum at fyrireika seg, tí trupult er at spáa, hvørjar broytingar veðurlagsbroytingarnar hava við sær.

- Kortini hava vit fingið eina nýggja byggilóg, ið setir krøv til, hvussu vit tryggja okkum best ímóti veðri og vindi. Og fólk hugsa eisini sjálv um ávís viðurskifti, sigur Sirið Stenberg.

Hon stúrir meira fyri øðrum viðurskiftum enn undurstøðukervi og húsum.

- Vit tosa als ikki um onnur viðurskifti, sum koma inn til okkum. Tað eru nýggjar sjúkur. Vit uppliva skógarmottu, sum vit ikki hava havt áður. Hetta kann geva aðrar avbjóðingar, sum vit ikki hava sæð áður, sigur Sirið Stenberg.

- Veðurlagsbroytingarnar kunnu eisini broyta okkara vistfrøðiskipan, leggur hon aftrat.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi