Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Víkingur má bíða til leygardagin

Ítrottur | 15/10-2017 21:31
Sarpugerði í Norðragøtu verður karmur um síðsta og avgerandi dystin um føroyameistaraheitið í ár, tá Víkingur tekur ímóti EB/Streymi. Javnleikur er nógmikið til at tryggja teimum ljósabláu FM-heitið. Tapa teir, skal KÍ vinna stórsigur á NSÍ á heimavølli fyri at kunna taka gullkrónurnar frá Víkingi. | Mynd: Víkingur

Úrslitini í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í dag lagaðu seg soleiðis, at tað ikki verður endaliga greitt fyrrenn í síðsta leikumfarinum leygardagin, hvar gull-, silvur- og bronsuheiðursmerkini enda í ár. Sannlíkt er tó, at Víkingur verður FM-vinnari annað árið á rað, hóast teir taptu 2-1 ímóti NSÍ á útivølli í dag. Samstundis vann KÍ 3-1 á B36 eisini á útivølli og hevur endurvunnið sær annaðplássið undan síðsta leikumfarinum.

Evropaplássini í Effo-deildini eru avgreidd. Tey fara til Víking, B36, KÍ og NSÍ – júst somu lið sum í fjør.

Hóast 07 Vestur á pappírinum er flutt niður saman við ÍF, so er ikki vist, at tað verður dapri endin í Effodeildini hjá uppflytarunum úr Vágum kortini. Hetta veldst alt um, hvørt B68 klárar at hála seg longur upp enn núverandi 4. plássið í 1. deild. Reglurnar fyri uppflyting eru nevniliga so, at einki lið kann flyta upp, sum endar aftanfyri bronsuplássið.

AB hevur longu vunnið 1. deild, og teir næstbestu hjá Víkingi og KÍ liggja best til silvurið og bronsuna. Toftamenn kunnu við einum góðum endaspurti framvegis náa játtaða effolandið, men í løtuni hava Víkingur og KÍ at síggja til bestu kortini á hondini at forpurra hesum.

Um B68 ikki megnar at flyta upp, so er hetta fyrstu ferð, síðani núverandi upp- og niðurflytingarleistur varð innførdur í 2006, at bara eitt lið flytir upp í bestu deildina, skrivar Faroesoccer

Í hinum endanum í 1. deild er tó greitt, at tvey lið flyta niður í 2. deild, og tey eru ÍF og B36 – júst somu liðini, sum fluttu upp í fjør. Tað hendir ikki ofta.

B71 og Skála

Tey nýggju liðini í 1. deild komandi ár verða B71 og teir næstbestu hjá Skála. B71 var ein rímuliga tryggur vinnari, meðan Skála ikki vann sær uppflytingina fyrrenn á seinasta leikdegi í harðari kapping við annað lið hjá EB/Streymi.

Í botninum í 2. deild hendi tað, sum møguliga fer at henda í effodeildini, at bara eitt lið flutti niður. Triðja lið hjá TB/FCS/Royn flytir niður í 3. deild, meðan annað lið hjá B68 á næstaftasta plássi bjargar sær, tí bara vinnarin av 3. deild, Undrið, flytir upp. Nummar 2 og 3 í 3. deild, 07 Vestur og KÍ, hava longu lið í 2. deild, so tey kunnu ikki flyta upp.

At bara eitt lið flytur upp úr 3. deild (og 2. deild) er heldur ikki hent síðani 2006.

Men hetta við at færri lið flyta upp/niður, er allarhelst nakað, vit mugu venja okkum við, nú feløgini fækkast, og um hildið verður á við sama kappingarleisti í trimum teimum bestu deildunum, skrivar Faroesoccer.

Kvinnurnar

Hjá kvinnunum snýr alt seg um FM – og samstundis evropaluttøku.

KÍ misti síðsta vikuskiftið fyri fyrstu ferð síðani 2000 gullið, tá tær taptu fyri EBS/Skála á Eiði.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at EBS/Skála er FM-vinnari. 

Niðurflyting er sum vanligt ikki á skránni í bestu kvinnudeldini, so B68-kvinnurnar halda sum aftasta lið fram í deildini næsta ár. Vónin er støðugt at víðka um deildina, sum ikki hevur talt meira enn seks lið seinastu fýra árini. Við tað at 2. deild hjá kvinnum ikki spælir á heilum vølli, so er eingin automatisk uppflyting, skrivar Faroesoccer. 


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi