Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Kristiliga tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus

Kristiligar Tíðindasendingar | 18/10-2017 15:00

Yvirskriftir: Samandráttur úr 50 ára hátíðarhaldinum hjá Zarepta, Eysturoyar Røktar- og Ellisheim skift leiðara, seinasta freist til at lata skógvaeskjur til ársins Christmas Child nærkast.

Tíðindasendingin kann hoyrast við at trýsta 'hoyr innslag' knøttin omanfyri.

 

ZAREPTA 50 ÁR

- nógvar broytingar og tó einki broytt

Tað eru fimti ár síðani Zarepta varð tikið í brúk, og hetta varð markerað við, at tað var opið hús allan seinnapartin leygardagin 14. oktober frá kl.13:00 til kl.18:00 Væl meira enn 500 fólk høvdu leitað sær í Zarepta henda merkisdagin.

Fyrireikararnir høvdu gjørt nógv burturúr á øllum økjum, soleiðis at gestirnir skuldu kenna seg vælkomnar. Eitt stórt sjálvtøkuborð við smábitum og alskins viðskerum, og fleiri stórar føðingardagslagkøkur við marcipanmynd av Zarepta omaná varð sett upp í matarhøllini, har gestirnir kundu koma og fara.

Fólk heilsaðu upp á hvønn annan og ynsktu hvørjum øðrum til lukku við verkinum; hetta tí, at grundhugsanin hjá brøðrasamkomuni altið hevur verið, at arbeiðið er ikki einmans, men felagssamkomuligt, sum øll í øllum samkomunum kenna ognarábyrgd av.

Fyrireikararnir høvdu gjørt eina skrá, sum varð framførd í salinum tvær ferðir ein góðan tíma hvørja ferð. Fyrireikararnir siga, at teir valdu hendan leistin til tess at so nógv fólk sum møguligt kundu vera við. Á skránni vóru røður, felagsangur, solosangur og Dupultkvartettin í Ebenezer. Eitt 50 ára jubileumssanghefti var gjørt, har kendir Zareptasangir vóru tiknir við. Tað var John Færø, sum leiddi felagssangin.

Tey, sum høvdu orðið, vóru fólk, sum hava havt tætt tilknýti til verkið í mong ár. Hesi vóru John í Skemmuni, Elsa Djurhuus og Símun Pætur á Torkilsheyggi. Ein av fyrireikarunum tók soleiðis til, at “húsið er broytt hesi 50 árini, men boðskapurin er ikki broyttur.” Tað varð sterkt undirstrikað á 50 ára degnum, at endamálið við summarlegunum í Zarepta hevur altið verið og framvegis vil vera, at kunngera evangeliið til tess at vinna børn og ung fyri Harran.

Ein dokumetarfilmur varð framleiddur til dagin, sum vardi í 30 minuttir. Filmurin  varð vístur í báðum stovunum hvønn hálvan tíma, soleiðis, at gestirnir kundu sjálvir velja nær og hvar teir ynsktu at hyggja.

Eisini var ein framsýning sett upp, sum vísti tíðina frá byrjanini í 1967 og nøkur ár fram. Framsýningin gav íblástur til nógv góð minnir og samtalur.

Tað var Trúboðarin Brynleif Hansen, sum tók stig til at byggja Zarepta. Bert trý ár seinni, 26. september í 1970, fórst hann í flogvanlukkuni í Mykinesi. Flogfarið kom úr Íslandi, har Brynleif hevði vitjað í tvær vikur og talað evangeliið og býtt út tratktatir.

 

EYSTUROYAR RØKTAR- OG ELLISHEIM

- stórfingin móttøka

Í sambandi við, at Tordur Niclassen, sum hevur verið leiðari á Eysturoyar røktar- og ellisheimi síðani heimið læt upp fyri 33 árum síðani, fer úr starvi, var ein stórfingin móttøka fyrireikað í snotuligu kaféini á heiminum seinasta fríggjadag kl.17:00

Nógv fólk var møtt upp til løtuna, sum m.a. kundi leggja oyra til vakra spæli og sangin hjá landskenda Martini Joensen.    

Tað var borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen, sum setti løtuna við eini víðfevnandi røðu, har hann bæði viðgjørdi fráfarandi leiðaran Tordur Niclassen og søguligu byrjanina hjá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.

Tað, sum Kristiliga Tíðindasendingin heldur vera serliga áhugavert er, at borgarstjórin nevndi sjálva tað kristnu grundhugsjónina hjá teimum, sum kallaðu saman til fyrsta fundin fyri 57 árum síðani, sum er spírin til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim. Tað vóru eisini aðrir røðarar, ið nevndu hetta.

Borgarstjórin nevndi, at tað á fyrsta fundinum fyri 57 árum síðani, varð lisin ein bíbliutekstur  úr Ják.2,14-17v. Vit loyva okkum í sendingini í dag at lesa ein part av hesum skriftbroti, sum verður úr  Dahls týðing: “Um ein bróður ella ein systir eru nakin, og teimum vantar dagliga føði, og einhvør tykkara sigur við tey: “Farið í friði, vermið tykkum og etið tykkum mett!” men tit ikki geva teimum tað, sum likaminum tørvar, hvat gagnar tað?”

Ein av røðarunum tók soleiðis til: “Høvuðsdrívmegin í visiónini hjá hesum monnum og kvinnum var ikki bert tann at fáa ein góðan og økonomiskt tryggan stovn upp at standa til eldra fólkið her í oynni, men eitt týðandi aspekt í upprunaligu visiónini aftanfyri stovnin og heimið, var eitt andaligt, kristiligt og bíbilskt aspekt.”

MØTIR OG GUDSTÆNASTUR

Longu tá heimið læt upp fyri 33 árum síðani, varð tað skipað fyri, at kirkjan og frísamkomurnar tóku ábyrgd av ávíkavist Gudstænastunum og møtunum á heiminum, og soleiðis hevur tað verið øll 33 árini, at kirkjan og samkomurnar hava býtt sunnudagarnar og halgidagarnar javnt ímillum sín, í einum fyrimyndarliga góðum samstarvsanda.

Kristiliga Tíðindasendingin er ikki í iva um, at tað á øllum røktarheimum, ellisheimum og sambýlum landsins verða hildin reglulig møtir og andaktir, og tað er at gleðast um, at tann kristna hugsjónin enn er livandi í almennum institutiónum í Føroya landi.

Nýggi stovnsleiðarin á Roðanum og Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi er Jóngerð Guttesen. Kristiliga Tíðindasendingin ynskir henni Guds signing og til lukku við nýggja starvinum, og samstundis takkar Kristiliga Tíðindasendingin Torduri fyri trúgva tænastu eina heila triðingsøld. 

 

CHRISTMAS CHILD

- skógvaeskjur

Tað eru í ár 14 ár liðin síðani innsavningin í skógvaeskjur byrjaði í Føroyum. Tað er heimsumfatandi góðgerarfelagsskapurin Christmas Child, við evangelistinum Franklin Graham, sum stendur fyri hesum átaki, sum er heimsins størsta jolaátak til børn.

Hvørt ár verða gott 7 milliónir skógvaeskjur savnaðar inn um allan heim, sum verða býttar út til børn í 130 londum. Í eskjurnar kann man lata smálutir sum leikur, skúlaútgerð, ítróttarlutir, heilsulutir sum t.d. tannbust og tannkrem. Okkurt góðgæti kann eisini leggjast í.

Fyrireikararnir síggja eisini til, at ein lítil traktat ella bóklingur, skrivaður á viðkomandi máli, eisini liggur i eskjuni, soleiðis at barnið og foreldur tess eisini kunnu lesa um Guds kærleika til tey.

Seinasta  freist at lata inn eskjurnar er sunnudagin 29. oktober, og eskjurnar úr Føroyum fara eisini í ár til børn í Rumenia.

Á heimasíðuni hjá Christmas Child í Føroyum er yvirlit yvir allar kontaktpersónarnar og innsavningarstøðini, og eisini vegleiðing um hvussu man fyllir og pakkar eina tílíka skógvaeskju. Ein er vælkomin at seta seg í samband við okkurt av umboðunum fyri at fáa meira at vita.  Heimasíðan: www.christmaschild.fo


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi