Fult ferðaflogfar bjargað frá at verða sprongt
Australska trygdartænastan fekk eitt tipp úr Libanon, at yvirgangskroppar høvdu fjalt eina bumbu í eini farsmaskinu í einum ferðaflogfari í Sydney.
Australia er eitt tað Vestanland, ið verjir síni longu mørk best fyri óynsktum tilflytarum. Men tað forðar ikki islamskum búrkroppum at royna hópdráp.
Herfyri kunngjørdi australska stjórnin, at henni hevði eydnast at finna eina bumbu, ið ISIS-limir høvdu lagt í lastrúmið á einum ferðaflogfari.
Bumban var væl fjald í eini maskinu úr jarni til at mala kjøtfars og tí torfunnin.
Nakað áðrenn flogfarið skuldi lætta úr lofthavnini í Sydney, fekk stjórnin loyniboð úr Libanon, at henda óbótagerð var ætlað og klár at seta í verk.
Konservativi australski forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, segði við miðlar, eftir at henda flogvanlukka var fyribyrgd, at 3 islamskir búrkroppar vóru handtiknir ymsastaðni í Sidney og varðhaldsfongslaðir.
Turnbull legði aftrat, at bumbuætlanin var væl løgd til rættis, og at menninir, ið royndu at fremja beistagerðina, vórðu eggjaðir av islamskari fanatismu.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur