Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kaj Leo setur fokus á viðgerð til børn og ung við sálarsjúku

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 08/11-2017 18:10

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum um viðgerð til børn og ung við sálarsjúku.

Í svarinum, dagfest 6. november 2017, frá Sirið Stenberg stendur:

1. Er sjúkuviðgerðin til børn og ung við sálarsjúkum nøktandi í Føroyum? Er hon í samsvari við altjóða barnarættindasáttmálan, sum sigur, at børn hava rætt til eina nøktandi sjúkuviðgerð?

Í mun til spurningin hvørt viðgerðin til børn og ung er nøktandi, so metir fakkunnleikin á Landssjúkrahúsinum, at vit kunnu geva eitt nøktandi tilboð í dag, og at tilboðið er í samsvari við barnarættindasáttmálan.

Psykiatriska viðgerðin til børn og ung er rættuliga nýggj í Føroyum. Fyrstu árini var økið í stóran mun skipað við hjálp frá ráðgevum uttanífrá, men seinastu árini hava vit ment eitt barna- og ungdómspsykiatriskt toymi á Psykiatriska deplinum.

Í fasta toyminum eru fýra sálarfrøðingar, tríggir sjúkrarøktarfrøðingar, ein skrivari, ein lækni parttíð og ein serlækni í barna- og ungdómspsykiatri. Í løtuni eru tveir sálarfrøðingar afturat í toyminum, sum eru settir restina av árinum, til tess at minka um bíðitíðina til útgreiningar. Orsøkin til, at bíðitíðin er vaksin er, at talið av børnum, sum verða ávíst, hevur verið alsamt vaksandi seinastu árini.

Aftan á ársskiftið verður toymið víðkað við einum sálarfrøðingi og einum sjúkrarøktarfrøðingi og frá 1. mars kemur ein serlækni afturat í barna- og ungdómspsykiatri. Harumframt er peningur settur av í fíggjarlógaruppskotinum 2018 til at byrja eitt meira umfatandi dagtilboð til børn- og ung á Psykiatriska deplinum.

Tað vil altíð verða ein avbjóðing í einum lítlum samfelagi sum okkara, at vit ikki hava sama møguleika, sum størri økir, at gera serligar eindir fyri øll sjúkuøkini. Tí mugu vit menna okkum á annan hátt til at fevna um allar uppgávurnar. Ein avbjóðing er, at í barnarrættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóða er ásett, at børn við sálarsjúkum ikki eiga at verða innløgd saman við vaksnum við sálarsjúkum.

Landssjúkrahúsið greiðir frá, at tað kemur fyri, at neyðugt er at leggja ung inn á deild saman við vaksnum. Í hesum førum verður altíð skipað soleiðis fyri, at tað er eitt starvsfólk burturav, sum er um tann unga eins og tað - so vítt tað er møguligt og skynsamt fyri viðgerðina - verður borið soleiðis í bandi, at annað av foreldrunum verður lagt inn saman við barninum. 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin førir spyrjarin fram, at “...børn heilt niður í tíggju ára aldur eru innløgd á vaksinpsykiatrisku deild í fleiri mánaðir og summi hava, frá 12 ára aldri, havt fastan bústað har í fleiri ár”.

Hetta hevur ikki hald í veruleikanum. Landssjúkrahúsið hevur eftirkannað allar skrásetingarnar í Talgildu heilsuskipanini av innleggingum á Psykiatriska deplinum í tíðarskeiðinum frá januar 2011 fram til í dag, sum er tíðarskeiðið, Psykiatriski depilin hevur verið knýttur í skipanina. Í hesum tíðarskeiði hava eingi 10 ára gomul og eingi 12 ára gomul yvirhøvur verið innløgd á Psykiatriska deplinum. Sostatt hevur heldur eingin 12 ára gamal havt sín fasta bústað á psykiatriska deplinum í fleiri ár.

2. Er hetta økið í samsvari við viðgerðir í t.d. Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við?

Landssjúkrahúsið metir, at okkara viðgerðartilboð fakliga eru í samsvari við tað, sum verður veitt í Danmark. Tó skal sigast, at tað er ikki eintýðugt, hvat tilboðið er í Danmark, tí tað kann vera munur á tilboðunum í teimum ymisku regiónunum. Eisini í Danmark hevur verið eitt stórt trýst á skipanina við tað, at alsamt fleiri børn og ung verða ávíst til psykiatriina, sum hevur havt ta avleiðing, at ein stórur partur av orkuni er farin til kanningar og greiningar, og minni orka hevur verið til sjálva viðgerðina.

Sum greitt frá omanfyri hevur Landssjúkrahúsið eisini merkt eitt trýst á skipanina til greiningar og kanningar, men roynt verður alla tíðina at hava viðgerðarpartin fyri eyga eisini. Sum áður nevnt, verður hesin parturin væntandi eisini styrktur komandi tíðina við skipan av dagtilboði.

Haraftrat er spurningurin um at menna tilboðið til børn og ung eisini eitt av høvuðsevnunum í Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum arbeiðsbólkur er í ferð við at gera.

3. Verður tann nýggi psykiatriski depilin bygdur soleiðis, at vit fáa eina barna- og ungdómspsykiatriska deild burturav, ella verða børn heilt niður í tíggju ára aldur framhaldandi innløgd á vaksinpsykiatrisku deildina á Landssjúkrahúsinum?

Í sambandi við spurningin um nýggi Psykiatriski depilin verður bygdur soleiðis, at tað verður ein barna- og ungdómspsykiatrisk deild burturav, er vert at hyggja eftir, hvussu tørvurin er á seingjarplássum til barna- og ungdómspsykiatriska økið.

Royndirnar hesi árini barna- og ungdómspsykiatriin hevur verið virkin á Psykiatriska deplinum vísa, at tørvur er á innleggingum, men at hesin tørvur er ikki stórur. Um vit samanbera lutfalsliga við miðaltøl úr Danmark, so er tørvur á millum einum og tveimum seingjarplássum til børn og ung.

Tað ber illa til at gera eina so lítla seingjardeild á einum sjúkrahúsi, og tí er avgerð tikin um, at serstøk barna- og ungdómspsykiatrisk seingjardeild verður ikki á nýggja psykiatriska deplinum. Stórur bati verður tó, tí á nýggja deplinum vera munandi betri møguleikar at gera smærri eindir inni á deildunum, sum merkir, at til dømis ung, sum hava tørv á innleggjan kunnu skermast frá øðrum, sum eru innløgd.

Á nýggja deplinum eru allar seingjarstovurnar einastovur við vesi og bað. Har ber til at skildra av soleiðis, at eina ella tvær seingjarstovur t.d. kunnu verða ein serlig eind á seingjadeildini.

Harumframt eiga vit at umhugsa aðrar møguleikar, eitt nú, at børn- og ung kunnu verða innløgd heima við hús, og at starvsfólkini verða flytfør á tann hátt, at tey fara út í heimið at taka sær av teimum ungu. Somuleiðis eiga møguleikarnir við innleggingum á øðrum stovnum at verða umhugsaðir nærri og í tann mun til ber til gagns fyri tey ungu. 

At enda er ætlanin, at eitt vælskipað dagtilboð, sum undirtøka vónandi fæst fyri, eisini fer at minka um tørvin av innleggingum alt samdøgrið.

 


Lagt út: Tíðindaskriv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi