Uni Rasmussen á GLS
Í tíggju ár hava føroyingar havt møguleikan at verið til árligu GLS leiðsluráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, har bæði føroyskir og útlendskir luttakarar hava havt framløgur. Soleiðis verður aftur í januar, og hesaferð verður Uni Rasmussen føroyska íkastið á ráðstevnuni.
Altjóða Leiðsluráðstevnan, GLS, verður aftur í ár hildin í Norðurlandahúsinum, og eins og undanfarin ár verða bæði útlendinga og føroyingar millum luttakararnar.
Føroyska íkastið hesaferð verður Uni Rasmussen. Uni er 49 ára gamal søldfirðingur, sum býr í Norðragøtu. Í sínum ungu døgum arbeiddi hann sum bilmekanikari, og sum 21 ára gamal gjørdist hann blindur í einum bilóhappi.
Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og arbeiðir nú sum sjálv støðugur vinnurekandi. Umframt tað hevur Uni seinastu árini verið stjóri á Hotel Runavík, og hann er eisini býráðslimur í Eysturkommunu.
Útlendsku fyrilestrarhaldararnir verða m.a. Bill Hybels, stovnarin av Willow Creek í Chicago, sum aftur í ár fer at geva íblástur og praktisk leiðsluráð. Eisini fer framleiðslustjórin á Facebook, Sheryl Sandberg, at tosa um millum annað at finna lívsmótið aftur og at síggja framá eftir at hava havt mótgongd. Eisini fer ein luttakari at greiða frá, hvussu tað var at uppliva ræðuligu hendingingarnar í Rwanda í 1994 - hvussu hon yvirlivdi fólkamorðið - og um trúgv, vón og fyrigeving. Fyrilestrarnir hjá útlendsku luttakarunum verða vístir á stórskíggja, og hava føroyskan tekst.
Í tíggju ár hava føroyingar havt møguleikan at verða til árligu GLS leiðsluráðstevnuna, og hevur Norðurlandahúsið verið fullsett mestsum hvørja ferð.
“Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar,” siga fyrireikararnir. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.
Altjóða leiðsluráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum tann 19. og 20. januar 2018.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv









Savnið




















Nýggjastu tíðindi











