Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sosialurin villleiðir um KvF

Innanlands, Lesarabrøv | 27/11-2017 20:06

Longu fríggjadagin gjørdi eg Barbaru Holm á Sosialinum varuga við, at týðandi partar av greinunum um ófriðin í Kringvarpinum vóru villleiðandi. Hóast hon lovaði at venda aftur til mín mánadagin, so hevur hon ikki gjørt tað enn. Tí má eg koma við hesi viðmerkingini.

KvF stjórin – Johnny í Grótinum – bjóðaði ikki av sínum eintingum stjóranum í TAKS – Eyðun Mørkøre - í sjónvarpsstovuna týskvøldið tann 26 september. Veruleikin er í stuttum hesin: KvF valdi at taka viðgerðina av skattamálinum uppaftur í september, nú redaktiónirnar vóru fullmannaðar eftir summarsteðgin.  Frágreiðingin hjá Bárði Larsen fekk ikki ta neyðugu viðgerðina, tá hon kom fram í juli. Tað fyrsta innslagið um skattamálið varð sent í Degi og Viku hóskvøldið 21. sept.

Tíðliga fríggjakvøldið sendir Eyðun Mørkøre eitt lesarabræv í miðlarnar, har hann vísir á sína ónøgd við tíðindaflutningin. Hetta førdi til ein fund mánamorgun millum Johnny í Grótinum, Liljan Weihe, Heina Gaard – undanfarna redaktør á Degi og Viku, og undirritaða, sum var redaktørur á Degi og Viku. Á fundinum umrøddu vit m.a., hvussu farast skuldi víðari fram eftir lesarabrævið frá stjóranum hjá TAKS. Vit vildu hava stjóran í TAKS at úttala seg um tyngjandi frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Eisini umrøddu vit, hvussu stjórin í KvF skuldi svara stjóranum í TAKS. Svarið stóð at lesa í miðlunum mánakvøldið, og har skrivar Johnny í Grótinum m.a.: “Best hevði tó verið, um stjórin á TAKS sjálvur svaraði fyri seg og útdjúpaði almennu viðmerkingar teirra til frágreiðingina hjá Bárði Larsen. Hetta stendur honum framvegis í boði.”

Stjórin á TAKS kemur í sjónvarpsstovuna
Dagin eftir – tíðliga seinnapartin týsdagin tann 26 september - kemur Johnny í Grótinum til mín og sigur, at nú hevur stjórin á TAKS ringt til sín, og at hann – Eyðun Mørkøre – vil úttala seg. Redaktørskipanin í KvF er soleiðis háttað, at tá tað kemur til ta einstøku sendingina, stendur redaktørurin omanfyri stjóran og tíðindaleiðaran. Hetta er fyri at tryggja integritet og trúvirði, soleiðis sum tað m.a. stendur orðað í leiðreglunum um góðan fjølmiðalsið. Eg góðtók, at Eyðun Mørkøre kom í sjónvarpsstovuna, og gjørdi greitt, at tað sjálvandi var uppá okkara fyritreytir. Hetta góðtók Johnny í Grótinum beinanvegin. Síðani umrøddi eg hetta við Liljan Weihe, og vit gjørdu av – eftir mínum tilmæli – at samrøðan skuldi fara fram í kjaksendingini eftir Dag og Viku, har Liljan var vertur. Sostatt broyttu vit kjaksendingina, nú stjórin í TAKS loksins vildi úttala seg. Síðani yvirtók eg tað víðari telefonsamskiftið við Eyðun Mørkøre, meðan Liljan og Jan Lamhauge skrivaðu spurningarnar til hansara. Eyðun Mørkøre fekk spurningarnar til samrøðuna sendandi, og harvið varð tann avtalan, sum lá til grunds fyri samrøðuna, skrivliga staðfest. 

Sosialurin villleiðir
Talan var sostatt ikki – sum Sosialurin rør fram undir – um eina dulda avtalu millum stjóran á KvF og stjóran á TAKS um at koma í sjónvarpsstovuna. Innbjóðingin var almenn. Hon stóð í lesarabrævi dagin fyri, og hon varð umrødd á áðurnevnda fundinum morgunin fyri. Talan var heldur ikki um, at stjórin í KvF breyt ta redaktionellu ketuna og legði seg út í víðari viðgerðina hendan dagin. Talan var heldur ikki um, at journalistarnir stutt áðrenn sendingina fingu innlit í eina avtalu, sum stjórin í KvF og stjórin á TAKS skuldu havt gjørt. Liljan Weihe og Jan Lamhauge skrivaðu spurningar, sum Eyðun Mørkøre fekk sendandi umleið kl.17.30. Spurningarnir staðfestu avtaluna undir samrøðuni. Og talan var heldur ikki um nakað illgrunasamt í at hava tvey evnir í kjakinum hetta kvøldið. Hetta var gjørt fyri at fáa betri stundir til at viðgera hetta torgreidda mál. Alt hetta hevði Sosialurin fingið at vita, um blaðið spurdi seg fyri hjá redaktørinum hendan dagin.

Skeiv niðurstøða 
Greinarnar í Sosialinum elvdu til ørkymlan og stúran í KvF fríggjadagin. Eg vil treyðugt viðmerkja aðrar tættir í greinunum. Tað er rætt, at Liljan Weihe varð sjúkrameldað, og at Jan Lamhauge rýmdi í ónøgd. Hesi bæði hava verið undir trýsti í langa, langa tíð, tí skattamálið er eitt tungt mál at arbeiða við. Løgið nokk hevur teirra leiklutur verið viðgjørdur nógv meira enn tað veruliga innihaldið í málinum.

Slíkt kostar eisini. Tað er eisini rætt, at gegnisspurningar hava verið uppi og vent í sambandi við vinskap millum Johnny í Grótinum og Regin Hammer. Men at føra hendingarnar tann 26 september fram sum høvuðsprógv fyri hesum viðurskiftum er beinleiðis villleiðandi og skeivt.

Vinaliga,

Ivan Hentze Niclasen,
Redaktørur, KvF


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi