Vrakar Klopp
Ongin av núverandi Liverpool-spælarunum sleppa við á dreymaliðið hjá Philippe Coutinho (25) í fimmara-fótbólti. Sjálvt venjarin Jürgen Klopp (50) er vrakaður.
Sky Sports-sendingin Soccer AM bað brasilsku Liverpool-stjørnuna um at seta saman eitt dreymalið í «five-a-side»-fótbólti av spælarum, hann hevur spælt saman við í fótbóltskarrieru síni.
Ongin núverandi Liverpool-spælari er á liðnum. Men Sadio Mané, Roberto Firmino og restin av stjørnunum fara helst at fyrigeva honum, tá teir síggja, hvørjar stjørnuspælarar hann hevur tikið út.
Coutinho hevur valt at seta lið sítt saman í eini sera álopssinnaðari 1-1-1-2-skipan.
Gerrard við
Í málinum hevur hann valt brasilska málverjan Julio Cesar (38). Teir vóru liðfelagar í Inter, sum var fyrsta evropeiska felagið hjá Coutinho, og á brasilska landsliðnum.
Sum einasta miðvøllsleikara hevur Coutinho valt ein annan landsmann, Lúcio (39), sum hann eisini spældi saman við bæði í Inter og á landsliðnum.
– Eg spældi eisini saman við Jamie Carragher. Hann var ein fráalíkur verjuspælari. Hann líktist Lúcio, sigur Coutinho.
Á miðvøllinum hevur hann tikið út Liverpool-legenduna Steven Gerrard (37), sum í dag arbeiðir sum ungdómsvenjari hjá felagnum.
– Hann var eitt einfalt val. Ein av teimum bestu, eg havi spælt saman við, sigur Coutinho.
Neymar og Suárez
Sum framherjar hevur Coutinho valt landsmannin Neymar (25) og Barcelona-stjørnuna Luís Suárez (30), sum hann spældi saman við í Liverpool í 2013/14-kappingarárinum.
– Neymar er ein av heimsins bestu nú. Eg havi spælt saman við honum mangar ferðir, vit vóru á G15-, G16- og G17-landsliðunum saman. Hann skilti seg altíð burturúr. Suárez er ein toppspælari. Mær dámar at kalla hann ein «killer». Hann bummar ongantíð. Fær hann ein møguleika, er mál, sigur Coutinho.
Sum venjara vrakar hann Jürgen Klopp til fyrimuns fyri núverandi Brasil-venjaran Tite (56). Sum «super-eykamann» hevur hann tikið út fyrrverandi liðfelagan í Inter, Wesley Sneijder (33).
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi