Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Lýsing
Lýsing

Tóra Effersøe Mortensen verður nýggjur blaðstjóri á Kvinnu

Innanlands | 30/11-2017 20:34

1. mars fær Kvinna nýggjan blaðstjóra. Nýggi blaðstjórin er 36 ára gamla Tóra Effersøe Mortensen av Tvøroyri.

Tóra hevur seinastu 10 árini starvast í størsta danska blaðhúsinum innan magasinir og vikubløð, Aller Media. Seinastu árini hevur Tóra verið leiðandi redaktørur á vældámdu bløðunum Isabellas, Mad & Bolig og Spis Bedre. Frammanundan var hon leiðandi redaktørur á Vi Unge, Bazar og Kig Ind, umframt at hon hevur starvast á vikublaðnum Søndag. Tóra er útbúgvin journalistur frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.

- Eg gleði meg at byrja á Kvinnu og at brúka mínar royndir í føroyskum høpi. Kvinna er eitt spennandi blað, og eg síggi fleiri møguleikar at gera blaðið enn meira viðkomandi. Eg kundi hugsað mær fleiri kvinnusøgur, og at Kvinna kemur meira út um landið. Eg síggi eisini fyri mær, at mótin fer at hóska betri til føroyska gerandisdagin. Og so kundi eg hugsað mær matuppskriftir, sum kunnu gerast ein vanligan týsdag, sigur Tóra.

Hon veit, at tað er hart arbeiði, ið liggur handan vøkru forsíðurnar, og hon veit, at Kvinna skal geva íblástur, undirhalda og skapa kjak:

- Kvinna skal vera í eygnahædd við føroysku kvinnuna, og tí fari eg at arbeiða fyri at fáa meira gerandisdag og meira íblástur frá kvinnu til kvinnu. Lesarin skal spæla ein størri leiklut í Kvinnu komandi árini - og eg gleði meg at samstarva við mongu kreativu og inspirerandi føroysku kvinnurnar, leggur Tóra afturat.

Saman við Tóru flyta maðurin Dan og synirnir Ísak, 3 ár, og Boas, 9 mánaðir, heim til Føroya í komandi ári.

Lena L. Mohr, stjóri á Sansum, ið geva Kvinnu út, er sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa Tóru sum blaðstjóra.

- Vit kunnu gleða okkum til ein blaðstjóra, sum er bæði dugnalig og fyrikomandi og sum elskar gerandisdagin. Sjálv sigur Tóra, at hon er magasin-aholic, og tað meti eg vera eina stóra styrki fyri Kvinnu afturat hennara sterku og sera áhugaverdu royndum. Vit, sum arbeiða á Kvinnu, eru í øllum førum ómetaliga spentar at fáa Tóru heim, sigur Lena.

Tóra avloysir Siri Sørensen, sum hevur verið blaðstjóri á Kvinnu seinastu 5 árini, og sum hevur lagt seinastu hond á útgávuna, sum kemur út nú fríggjadagin.

- Samstundis sum vit ynskja Tóru hjartaliga til lukku við blaðstjórastarvinum, takka vit eisini Siri hjartaliga fyri hennara ídni og áræði hesi seinastu fimm hendingaríku árini. Undir hennara leiðslu fylti Kvinna 10 ár, gjørdist tannáringur og rundaði 100 útgávur, sigur Lena, sum verður fyribilsblaðstjóri á Kvinnu, til Tóra tekur við blaðstjórastarvinum 1. mars.


Lagt út: Tíðindaskriv
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Innanlands
Er heilsutrygd mafian og taks inkassokontór mafiurnar ?
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Nýggjastu tíðindi