Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Meldað fyri at hava fjalt veiðu fyri 18 miljónir - hevur bíðað eftir rættarviðgerð í fimm ár

Fiskivinna, Uttanlands | 05/12-2017 07:30

Vantandi løgregluorka ger, at tað kann taka fleiri ár at avgreiða mál um svik og onnur lógarbrot í norsku fiskivinnuni.

Tað skrivar NRK á heimasíðu síni og vísir til eitt mál, sum ongan enda tykist at fáa.

Málið snýr seg um landingarmiðstøðina Lofoten Viking AS á Værøy.

Í 2012 meldaði Fiskivinnudirektoratið fyritøkuna fyri at hava fjalt fisk á avreiðingarseðlunum fyri meira enn 18 miljónir norskar krónur.

Veiðan fevndi um árini frá 2009 til 2011.

Løgreglan hevði tó ikki orku til at viðgera málið og gjørdi í 2015 av at leggja tað til viks og ístaðin raðfesta onnur brotsverk sum harðskap, neyðtøkur og narkotika.

Hesa avgerðina kærdi Fiskivinnudirektoratið til ríkisadvokatin.

Hann broytti í 2016 avgerðina hjá løgregluni, og í juni í fjør fekk virkið krav um endurgjald upp á 10 miljónir krónur og 1 miljón krónur í bót.

Góðtók ikki rokningina

Fyritøkan hevur sýtt fyri at rinda peningin, og nú bíðar Fiskivinnudirektoratið so aftur eftir, at málið verður liðugt kannað og lagt fyri rættin.

-At málið ongan enda fær, er sanniliga eisini sera tyngjandi fyri okkum, sigur dagligi leiðarin á Lofoten Viking, Arne Mathisen, við NRK.

– Tað virkar ikki, sum nakar ger nakað. Málið hevur hingið í luftini ár eftir ár. Hetta er ikki rætt, sigur Mathisen, sum avgjørdur vísir aftur, at teir hava gjørt nakað skeivt.

Advokatur hansara, Dag Steinfeld, sigur, at teir vóru til reiðar at møta í rættinum, tá ákærumyndugleikin tók málið aftur í apríl.

– Vit kærdu og vildu hava málið avgreitt. Nú ivist eg í, um nakað mál verður yvirhøvur. Tað er tikið aftur tvær ferðir longu, og ongi ítøkilig prógv eru um svik í hesum málinum, sigur Steinfeld við NRK.

Letur vera við at melda

Fiskivinnudirektoratið viðgongur, at tey eisini eru farin at troyttast av hesum drúgva málinum.

– Í flestu stóru málunum fara vit jú til løgregluna. Høvdu vit ikki gjørt tað, hevði tað verið at undirgrivið skipanina. Men vit hava aðrar revsimøguleikar, so sum at taka loyvi inn aftur. Tá løgreglan ikki hevur orku til at gera sína skyldu á hesum økinum, verða vit noydd til at taka til onnur ráð, sigur Thord Monsen, deildarleiðari í Fiskivinnudirektoratinum, við NRK.

– Tó er umráðandi, at vit og onnur halda fram við at melda hesi málini, tí bert á henda hátt kunnu vit lýsa trupulleikan, sigur hann.

Fiskivinnudirektoratið er í løtuni saman við toll- og skattavaldinum umframt fleiri øðrum viðkomandi myndugleikum í ferð við at leggja síðstu hond á eina frágreiðing um ótolandi viðurskiftini.

Tá hon er liðug, verður frágreiðingin send bæði løgmálaráðnum og fiskimálaráðnum til kunningar.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi