Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Maniitsoq komin til Føroya at hvíla seg

Fiskivinna, Innanlands | 12/12-2017 07:00
Maniitsoq við bryggju í Miðvági. | Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Grønlendski brunnbáturin Maniitsoq er komin á Miðvág og verður liggjandi har fyri veturin. Farið verður yvir aftur til Grønlands í vár at taka ímóti toski frá útróðrarbátum. Fiskurin verður fluttur livandi til lands til virkingar. Manningin á Maniitsoq telur átta mans. Skiparin og báðir maskinmenninir eru føroyingar.

-Vit taka ímóti fiski frá stívliga hálvthundrað útróðrarbátum tilsamans ígjøgnum vertíðina, sum er frá fyrst í mai til út í november, greiðir Jákup Lisberg, skipari, av Økrum, frá.

-Vanliga liggur talið á bátum millum 30 og 40, og vit eru dagliga inni við fiski frá teimum til virkið hjá Royal Greenland í Maniitsoq (Sukurtoppinum), sum liggur einar 100 fjórðingar norðanfyri Nuuk.

Pumpaður í land

-Har pumpa vit fiskin í tvey stór kør á landi, sum taka 30 tons hvørt. Fiskurin gongur so har, inntil hann eftir tørvi fer inn á sjálvt virkið til virkingar. Hava vit meira enn tey 60 tonsini umborð, sum pláss er fyri í teimum báðum kørunum - og tað hava vit javnan - sleppa vit ikki avstað aftur, fyrrenn skipið er tømt, greiðir Jákup Lisberg víðari frá.

Hann og maskinmeistarin hava verið við Maniitsoq, síðani Royal Greenland á vári í 2015 yvirtók skipið til hetta endamálið frá einum norskum reiðaríi í Tromsø, har tað tó framvegis hevur heimstað.

-Talan er um okkurt slag av eigarasamstarvi teirra millum. Veiðan er økt hvørt ár hesi trý árini. Fyrsta árið var hon upp á góð 1.000 tons, í fjør góð 5.000 tons og í ár góð 6.000 tons. Fyrsta árið tóku vit ímóti fiski til hálvan oktober, í fjør til 6. november og í ár til 22. november.

Einasta móttøkuskip

Útróðrarmenninir fáa 4 krónur fyri hvørt kilo, teir avreiða til Maniitsoq, sum er einasta skipið, ið tekur ímóti toski har á leiðini og síðani flytir hann livandi til lands.

-Okkum dámar væl har yviri, og vit ætla okkum allir yvir aftur síðst í apríl, sigur Jákup Lisberg, sum eisini letur rímiliga væl at úrtøkuni hjá teimum teir seks-sjey mánaðirnar, teir eru har yviri.

Maniitsoq verður væntandi liggjandi á Miðvági til seinnapartin í apríl, men skal tó á beding í januar.    


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi