Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroyar gerast fátækari

Fiskivinna, Lesarabrøv | 11/12-2017 18:54

- Um nøkur ár eru vit helst har, at alt verður framleitt á sjónum, og at fleiri bygdir ikki longur hava nakra sjóvinnu - og onga vinnuliga framtíð yvirhøvur, sigur Leif Høj, umboðandi Fofish og Norðfra í Leirvík, sum hugleiðir um fiskivinnulóggávuna, sum ætlanin er at fremja.

Eg hevði ikki ætlað mær at komið við nakrari viðmerking, men tá tað ikki er nakar møguleiki fyri einari skilagóðari framtíðartryggjaðari fiskivinnu, so havi eg kortini hesar hugleiðingar.

At síggja til hevur landsstýrið bara eina ætlan; hon er at skjóta spurvar við stórum kanónum!

Tað kann ikki vera rætt, at nøkur reiðarí, sum hava gjørt tað gott nú í nøkur ár, skulu verða tey, sum alt snýr seg um at raka - og so verður alt annað drigið við um somu leið.

Er tað ikki bara soleiðis, at fiskivinna er skiftandi, og at tær størru eindirnar nú hava havt viðrák?

Skip hava sanniliga havt tyngri rakstur í mínari stutt tíð í hesi vinnu, og flakavinnan á landi hevur eisini havt stórar brotasjógvar.

Sjálvur byrjaði eg í 1995 í Fiskavirking, sum tá var ein roynd at tryggja fiskavinnuna. Har var lítið av fiski, og skuldin var ovurstór.

Mín støða í dag er einfalt at reka eitt minni fiskavirki á landi, eina landingarmiðstøð og eina fiskasølu, og hetta er slett ikki nøkur løtt uppgáva.

Í fleiri ár hava vit eftirlýst betri fyritreytum fyri útróðri, línuskipum og trolbátum, soleiðis at hesar vinnur kunnu koma á føtur.

Hesar vinnur eru í skeljasori, og her er eingin lønandi rakstur at síggja.

Orsøkirnar eru ivaleyst fleiri, eitt nú náttúruviðurskifti, æti, hiti í sjónum, friðingar og annað, men her er eisini talan um, at landið einki hevur gjørt fyri at framtíðartryggja hesar vinnur.

Minstiforvinningur er minkaður burtur í einki, sjálvt í hesum góðu tíðum, og her er eingin skipað ætlan um at lata útróðri og húkavinnu sum heild nøkur ”input”, sum kundu styrkt húkavinnuna.

Trolbátar hanga í klønum tráði, tí stórur partur av landgrunninum er friðaður, og har tað er blandingsfiskiskapur, eru kvotur á, sum gera tað vónleyst at fiska legalt.

At fáa fólk til hesar vinnur er sera trupult; línuskiparar noyðast at ringja frá komu til teir loysa aftur fyri at fáa manning, og tað er ikki so sjáldan, at loyst verður við ov lítlum manningartali.

ALS og aðrar almennar skipanir eru so mikið stirvnar og lítið fleksiblar, at ikki ber til at fáa hjálp har, tá á stendur, og eingin innan hesar skipanir tykist vita, hvaðani okkara inntøkur veruliga koma.

Halló!

Um nøkur ár eru vit helst har, at alt verður framleitt á sjónum, og at fleiri bygdir ikki longur hava nakra sjóvinnu - og í heila tikið ikki hava nakra vinnuliga framtíð yvirhøvur.

Tá verða Føroyar fátækari, enn tær eru í dag.

Skulu vit hava kvotur, onga rúmligheit í skiparakstri og eitt statsapparat, sum stýrir við harðari hond alt sum fyriferst á sjónum, so er kanska besta loysnin at bjóða Putin higar til prát og hugna.

Eingin hevur loyst tær avbjóðingar, sum eru í at framtíðartryggja okkara fiskivinnu - og at smalasti parlamentariski meiriluti yvirhøvur skal gera tað á henda hátt, soleiðis sum málið um okkara sokallaðu fiskivinnunýskipan nú fyriliggur, er bara ikki í ordan.

Tey fólkavaldu skuldu verið kravd eftir einum breiðari meiriluta, og tey áttu at hugt inn í seg sjálvi fyri at funnið eina betri fiskiveiðiskipan enn hana, sum nú liggur á borðinum.

Vit hava eitt gott land at búgva í. Latið okkum fáa øll við - uttan at gera tað á ein slíkan hátt, sum fer at steðga teirri framdrift, ið vit hava.

Virðingarmest
Leif Høj,
PF Fofish - Norðfra, Leirvík


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi