Kristin Michelsen hevur tikið seg úr samgonguni
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, hevur í dag boðað løgmanni frá, at hann frá í dag av, tekur støðu frá máli til mál í løgtinginum.
Kristin Michelsen hevur sent løgmanni soljóðandi skriv:
Góðan dagin Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Undirritaði Kristin Michelsen, Froðba, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hervið boða Løgmanni og formanni fyri Javnaðarflokkin Aksel V. Johannesen frá, at eg Kristin Michelsen, løgtingsmaður frá ídag av, atkvøður mál fyri mál í Løgtinginum, og er ikki bundin at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum, so leingi sum javnaðarumboðini í Tvøroyrar býráð ikki vilja samstarva við undirritaða.
Undirritaði vil eisini vísa til at formaðurin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag Signar Dam alment og við telduposti til undirritaða dagfestur 14. november 2016 kl. 20.52 váttar ”at Kristin Michelsen er valdur fyri Javnaðarflokkin og umboðar sostatt Suðuroyar norðara Javnaðarfelag á Løgtingi”. Somuleiðis váttar Løgmaður í telduposti til undirritaða 13. november 2016 ” eg helt eg hevði svarað tær bæði munnliga og umvegis miðlarnar. Eg kann endurtaka tað her: tú ert framvegis limur í Javnaðarflokkinum og ynsktur í Løgtinginum”.
Mest lisið í farnu viku
Andakt
Avgerð tikin um at fara til samráðingar við Russland fyri 2025
Ein H-bygingur og annar
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið frídømt í Landsrættinum
Fráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara
Hjartaliga takk fyri
Hví flyta føroyingar ikki heimaftur?
Klokkuklárt sjálvmál
Krógva seg fyri veljarunum
Loynifundur á Strondum
Lygn samgongan
Russar fyrireika álop
Russland stórsti leverandørur av gassi til ES
Sjúrður tryggjað fígging til sjósavn, filmsframleiðslu og náttúrugransking
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur