Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ísraelar og palestinar - sum dagur og nátt

Andøvsløtan | 21/01-2018 17:15

Ein amerikanskur professari og rithøvundur, George Gilder, hevur m.a. bøkur skrivað eina serliga áhugaverda, ið hann kallar 'The Israel Test'.

Gilder býtir vesturlendingar í tveir politiskar partar:

Annar parturin eru tey, sum standa 'ísraelsroyndina', tí tey virða og fagna Ísrael fyri tey undrunarverdu úrslit, jødarnir hava avrikað í Ísrael bæði áðrenn og eftir, at ST samtykti, og jødarnir settu ísraelska statin á stovn í 1948.

Hin parturin eru tey, sum dumpa 'ísraelsroyndina', tí tey síggja ikki nakað stórt í teimum glæsiligu avrikum, men øvunda heldur alt tað, ið jødarnir hava skapt í Ísrael, síðan Guds útvalda folk aftur savnaðist í Heilaga landi sínum, har teir veltu sand og mýrulendi til gróðrarbúnar teigar, meðan 'palestinar', sum eingin hevði nevnt við tí navni fyrrenn eftir 6-dagakríggið i 1967, hata jødar og Ísrael og vilja týna bæði fólk og land.

Fleiri og fleiri vesturlendingar hoyra til henda seinna bólkin og javnseta ísraelar og palestinar ella enntá royna at boykotta ísrael fyri at tvinga teir til at 'hjálpa' palestinum til sín egna stat í Palestina, hvørs leiðarar vilja jarða Ísrael og nokta at viðurkenna landsins rætt at vera til.

Men henda javnsetingin millum jødar og palestinar (ella muslimar sum heild) er púra burturvið, tá ein hugsar um munin á hesum folkasløgum.

Hugsa til dømis um, at:

Jødar heilavaska ikki síni børn í venjingarlegum til at spreingja seg sjálvi í luftina fyri at drepa og særa só nógvar jødar o.a. ikki-muslimar.

Jødar ræna ikki flogfør, drepa ikki ítróttafolk á olympiskum leikum og skjóta og spreingja ikki ósek fólk í evropeiskum og amerikanskum býum.

Eingin jødi hevur nakrantíð oyðilagt nakra kristna kirkju ella dripið fólk, tí tey hava aðra trúgv enn jødadomin.

Ikki ein jødi mótmælir nøkrum við at drepa onnur fólk.

Jødar handla ikki við trælum og hava ikki leiðarar, sum mæla til jihad og deyða yvir tey vantrúnu, t.e. onnur enn muslimar.

Kanska skuldu muslimar kring heimin umhugsa at gjørt fleiri og størri íløgur í at útbugva sítt unga fólk, serliga gentur, og gjørt minni av at geva jødunum skyldina fyri allar teirra trupulleikarnar hjá heimsins muslimum.

Muslimar áttu at spurt, hvat teir kunnu gera fyri mannaættina, áðrenn teir krevja, at nakar hevur virðing fyri hatskum og drápshugaðum muslimum.

Tann, sum av politiskum orsøkum gevur ísraelum alla skyldina fyri ta ringu støðuna í øllum muslimskum londum, kundi hugsað um hesi vísdómsorð hjá Benjamin Netanyahu:

"Um arabar løgdu vápnini í dag, so var friður í Miðeystri í morgin."

"Um ísraelar løgdu vápnini í dag, so var einki Ísrael í morgin."

Tað var ein vís avgerð, ið Eisenhower, tá amerikanskur herovasti fyri sameindu herunum í Vesturevropa undir krígnum, gjørdi til at filma, at bj6oa fjølmiðlum og at tvinga týsk eygnavitni at síggja og á allan hugsandi hátt at skjalprógva týsku týningarlegurnar við jødum í 1945.

Annars høvdu tey, sum avnokta jødatýningina, langt síðan vunnið og fingið heimin at gloyma ræðuleikarnar hjá nazistunum.

Gongur tað sum higartil er tað bert ein tíðarspurningur, til firtnir og frekir muslimar hava tvingað Vestanlond við so veikum leiðarum sum Hussein Obama, Hillary Clinton, Angela Merkel, Francois Hollande o.ø. at dylja, so vit gloyma, teir ræðuleikar, sum muslimskir yvirgangskroppar fremja kring heimin líka frá World Trade Center 9/11 til drápini av teimum samkyndu í Orlando í næst síðstu viku.

Nei, munur er á monnum. At sammeta israelar og palestinar er sum at sammeta dag og nátt.


Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi