Tvístøða (27) - Øll sendingin
Kjaksending við Hera Joensen, Sunnevu Mohr og Arna Zachariassen. Tóri Højgaard er vertur.
Spurningur 1: (1:35) "Tá eg var ung, segði ein kvinna mær at um eg var gift, so hevði eg sambært Bíbliuni skyldu til at hava samlegu við mínum maka. Eg sum var ung og ókritisk, hugsaði bara sjálvandi! Um eg hugsi um hetta í dag, so er hetta púra burturvið. Havi eg sum kvinna ikki rætt til at bestemma yvir mínum egna kroppi? Kunnu fólk veruliga trúgva tílíkum?"
Spurningur 2: (16:40) "Møti ofta í mínum arbeiði børnum, hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum, og sum búgva eina viku hjá hvørjum foreldri. Kann ikki lata vera við at taka so hjartans synd í hesum børnum. Eg haldi sjálv at tað er púra burturvið. Eg haldi at hetta bert er tekin uppá foreldur, ið ikki eru sína uppgávu vaksin og ikki kunnu koma til eina semju um hvar børnini skulu vera. Hvat halda tit um hetta?"
Spurningur 3: (33:00) "Í seinastuni hava vit sæð alt fleiri borgarstjórar eisini gerast tingfólk og gera bæði arbeiðini samstundis. Er tað gott ella ringt?"
Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur