Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tingið brúkar ikki kømentalitet

Innanlands, Lesarabrøv | 17/02-2018 15:50
Mynd: Zacharias Hammer

Mikudagin var nógv fólk samlað í tinginum, tá 1. viðgerð var av uppskotinum at loyva Norðoyatunlinum at fyrireika arbeiðið av tunlunum norður um fjall. Uppskotið leggur upp til, at Norðoyatunnilin tekur lán at gera tunlarnar, og at landið so rindar tær fýra ferðir 70 mió., sum eru settar av til tunlarnar í løguætlanini í 2021-2024.

Í løgtinginum royndu løgtingsfólk so at geva grundgevingar, hví tey vóru ávíkavist vóru fyri og ímóti. Og tónin á tingsins røðarapalli var skilabetri enn hann annars oftani er á okkara høga tingi. Men í gongini hoyrdust tvær ferðir, einaferð frá fíggjarmálaráðharra Kristinu Háfoss og einaferð frá fyrrverandi Løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, sum í dag situr í andatøðu, henda grundgeving: “harmiligt hjá tykkum har norði, men vit fáa ikki loyst tykkara akutta tørv. Stillið tykkum í køina!” Eg má siga sum er, at hetta er ikki sørt láturligt, sum tey bæði koma við her. Ella tey eru kanska stuttmint?

Í 30 ár hava nýggir tunlar norður um fjall verið viðgjørdir á tingi. Seinastu 20 árini hava teir staðið sum nr.1 í “køini”, sum tey kalla tað.

Í ringum tíðum hava tunlarnir verið ov dýrir at framt, og í góðum tíðum hava teir verið ov dýrir at framt. So nú eru vit komin har til, at Føroya løgting skal avgera, um tey framhaldandi vilja telja tær 10 bygdirnar, sum eru avhengigar av vegasambandinum norður um fjall upp í Føroyar ella ikki. 7 av hesum bygdum hava onki annað samband við restina av Føroyum uttan hasar smølu og ótíðarhóskandi forðingarnar.

Viðareiðis- og Hvannasunds kommunur hava so innsæð, at løgtingið brúkar ikki kømentalitet og eftir at hava staðið góðtrúgvin fremst í røðini í 20 ár, ja so hevur man rætt tinginum eina hjálpandi hond! Og enntá gjørt eitt uppskot, sum ikki spreingir fíggjarlógina, men har pengarnir, sum eru settir av 2021-2024, verða rindaðir tá.

So eg haldi at samgonga og andastøða hava eitt at gera, og tað er einmælt at samtykkja uppskotið. Tað hevur næstan verið vanlig mannagongd, at øll atkvøða fyri tunlum, og tað hevur verið óansæð, hvar í køini teir stóðu. Eisini um teir yvirhøvur ikki stóðu í kø. So mín áheitan er: takið undir við uppskotinum og gevið bygdunum eystan Múla og Árnafirði virðiligt vegasamband.

Hallgerð Akurstein, Hvannasund


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi