Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ella kann man siga ósexutar?

Innanlands, Lesarabrøv | 17/02-2018 20:00
Bergun Kass

Spurdi fitta unga listakvinnan við sínum beinraknu tekningum, avmyndandi kvinnuna, sum eina rúmliga nakna veru - við skapi og formum av líkasælu um nakað ávíst kvinnuideal.

Listakvinnan hugleiddi um tað ósexuta í løtunum, tá vit eru okkum sjálvar og aftaná loknan arbeidsdag lata okkum úr og ‘flatna út’.

Og vit hugleiða víðari um joggingbuksur, hosur, beinini uppi á borðið og líknandi, sum fær okkum at slappa av og njóta tað.

Og tankarnir reika til arbeiðslívið hjá kvinnum - um stór arbeiðspláss, um kvinnur millum menn og um arbeiðsumhvørvi, sett í gongd av monnum.

Og kvinnurnar ‘manna’ seg upp í klædningsjakkar og stilettir og eitt slett av dýrtkeyptum anga - fyri at ‘forføra’ og verða sæddar og halda seg ávirka. Og tó verða tær sæddar, helst ikki sum viðførandi arbeiðsplássinum tørvandi kvinnuíblástur, men sum ífyllandi náttúrliga atdráttarmegi kynanna millum, sum ynski um javnstøðu millum kvinnur og menn, og á starvspalli, har kvinnur ganga í fótasporum, byggja víðari á, brúka somu amboð, sama orðaval, somu glærur, somu skipanir, sama forrætningsanda - sum menn.

Og so taka vit ‘korsettini’ av okkum, tá vit koma til hús, - ímyndina av trongstøðu, máttloysi, ‘innibrentheit’, avnoktan og tileinkisgeran.

Og so flatna vit út - og vit síggja aftur tekningarnar fyri okkum, har kvinnuveran er pent og runt formað vid stórum búki. Ímyndin av familjuni og børnunum, sum í navni javnstøðusins ofraðust á samstarvsaltari - uttan spurnartekin og uttan kveikjandi viðspæl uppá kvinnutreytir, har rúm var fyri øllum, kvinnu, familju og arbeiði.

Tí spurningurin var ikki um klokkutímar, men kvinnusál, kvinnuvitan og kvinnuhugsan í nýggjum umhvørvi - saman við monnum.

Og so tosa vit víðari um demokratia og javnstøðu, kvinnuting og kvinnudag, og at kvinnur vinna minni, og at kvinnur fáa minni í eftirløn, og at kvinnur eru minni umboðaðar í ovaru luftløgunum, uttan at líta aftur á, læra av árunum, læra av orsøkunum og seta nóg djúpar spurningar.

Og so trýsta vit menninar fram at grýtunum, og halda okkum tann vegin rætta uppá mistakið, samstundis sum menninir møguliga minka, sum menn, í takt vid stødd av fyriklæði.

Eingin kvinna stillaði upp til nevnd í Betri Trygging. Júst forumið, har kvinnur kundu verið kvinnur, og búkurin, nú sum intuitión, rúmligheit og heildarhugsan, átti at verið gott afturat hjá monnunum.

Var hugurin og drívmegin trygging ella var tað valdið, ið freistaði?

Ella er tað júst valdið, sum er drívmegin hjá monnum, og sum skilir partarnar, og sum frá náttúrurnar hond er eitt mannligt eyðkenni, so kundi tað verið evnið hjá javnstøðuáhugabólkum, nú annað vísir seg at ‘koma til kort.’

Og sett sjóneykuna á og eyðmerkt kvinnudygdir og kvinnupersónligheit sum neyðugan og ynsktan starvsprofil - uttan at tosa kvotur, og har valdið ikki verður tikið, men uppiborið gløggskygnum kvinnum afturat dugnaligum monnum.

Í øllum føri eitt sjónarhorn.

Hvorom alting er, so eru vit ymisk og skulu verða ymisk, og skulu krevja arbeiðsumstøður, har eisini kvinnur seta dagsskrá, har rúm er fyri búki og fyri at ‘flatna út’ og verða okkum sjálvar, og sum fitta, varisliga, unga daman segði, “kunnu vit siga ósexutar”.

Neyvan var henda drúgva viðgerð, um kvinnulív á arbeiðsplássum útleggingin hjá dugnaligu listakvinnuni - og tó, eitt gott dømi um, hvussu listin ‘letur upp’ soleiðis sum hon rakar.

Takk fyri!

Bergun Kass, býrádslimur.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi