Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Danski fiskimálaráðharrin í hernað ímóti útblaking av fiski

Fiskivinna, Uttanlands | 19/02-2018 09:00

Úr trolarum langt úti í donskum sjóøki blaka danskir fiskimenn fleiri tons av deyðum smáfiski út í havið aftur, hóast tað er bannað.

Henda ólógliga útblakingin av deyðum smáfiski er ein trupulleiki, tí talan er um spill av tilfeingi og kann elva til ovurveiðu, sum rakar stovnarnar, halda serfrøðingar.

Bara í Eystursjónum blakaðu danskir fiskimenn í 2016 meira enn 1.300 tons av toski út aftur, hóast tað er bannað at blaka tosk úr Eystursjónum og fleiri onnur fiskasløg út aftur.

Tað avdúkar ein uppgerð, sum granskarar á Danmarks Tekniske Universitet hava gjørt fyri DR Nyheder. Uppgerðin byggir á skipað eftirlit við fiskiskapinum, har granskararnir millum annað eru eru við á veiðuferðum.

Bróta ES-reglur

Forboð ímóti at blaka fisk út kallast eisini landingarskylda. Hetta eru reglur úr ES, sum komu í gildi fyri trimum árum síðani.

- Á øllum teimum túrum, vit hava verið við á, verða fiskasløg blakað út aftur, sum landingarskylda er fyri. Lóggávan verður als ikki fylgd, sigur Jørgen Dalskov, leiðandi fiskivinnuráðgevi á Danmarks Tekniske Universitet, við DR Nyheder.

Stívliga 10 prosent av øllum danska toskinum í Eystursjónum verða blakað út aftur, vísir uppgerðin hjá granskarunum. Og hetta kann elva til, at nógv meiri fiskur verður veiddur, enn fiskastovnarnir tola.

Brúk fyri tillagingartíð

Í Danmarks Fiskeriforening viðurkennir formaðurin, Svend-Erik Andersen, at ikki allir fiskimenn fylgja reglunum.

-Vent er upp og niður upp á reglurnar um vernd av smáfiski. Fyrr varð álagt at blaka hann út aftur, nú er álagt at landa hann, eisini sjálvt um hann er livandi, sigur Svend-Erik Andersen við Dr Nyheder.

Hann sigur, at fiskimenninir hava brúk fyri tíð at venja seg við nýggju reglurnar.

Hann stúrir ikki fyri, at ólógliga útblakingin ber í sær ovurveiðu, sum rakar fiskastovnarnar. Tí ofta verða kvoturnar ikki fiskaðar, so sjálvt um umfatandi útblaking verður tald við, er talan ikki um ovurveiðu, heldur hann.

1300 tons blakað út aftur

Sambært uppgerðini hjá DTU vórðu stívliga 1.300 tons av toski blakað út í Eystursjógvin í tíðarskeiðnum, kanningin varð gjørd.

Í sama tíðarskeiði boðaðu skipini bert frá útblaking av 14 tonsum av toski í Eystursjónum, vísir skjalainnlit hjá DR Nyheder í fráboðanirnar hjá donskum skipum til Fiskivinnustýrið.

Uppgerðin hjá DTU er grundað á tøl frá 51 veiðutúrum í Eystursjónum. Síðani er arbeitt víðari við tølunum eftir einum vísindaligum hátti og úrslitið fráboðað til Fiskivinnustýrið, ES og altjóða havrannsóknarstovnin.

Fram í duldum

Ólógliga útblakingin fer sum oftast fram í duldum. Tað avdúkar eitt skjalainnlit frá Fiskivinnustýrinum. Øll fiskifør skulu føra loggbók og boða frá sínum veiðum og útblakingum til Fiskivinnustýrið.

Men hóast skip hava blakað stívliga 1.300 tons av toski út í Eystursjógvin, hava tey sum altso bert fráboðað, at 14 tons av toski eru blakað út.

Og tað undrar Karen Ellemann, fiskimálaráðharra.

- Eg haldi als ikki, at útblaking er í lagi. Reglurnar, vit hava samtykt í ES, skulu haldast, sigur hon.

Skal steðgast í stundini

Hon finst at fiskimonnunum fyri at spekulera í at blaka smáfiskin út, tí hann ikki kann seljast til matna. Og ístaðin fyri at smáfiskurin verður drigin frá í kvotunum hjá skipunum, verða tey freistað at blaka hann út fyri at sleppa undan at hann verður taldur upp í kvotuna.

- Hetta skal steðgast í stundini, sigur Karen Ellemann avgjørd.

Lógin skal fylgjast, leggur hon dent á.

Nú verður so í spenningini bíðað eftir, hvørji tiltøk hon fer at seta í verk til tess at fáa bilbugt við hesum trupulleika.

 


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi