Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Søgulig nýraskurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum

Heilsa, Uttanlands | 23/02-2018 09:00

Ríkissjúkrahúsið hevur fingið eina nýggja maskinu, sum heldur einum gevaranýra í gongd uttanfyri kroppin. Lilli Marie Mazur hevur sum tann fyrsta havt gagn av henni, skrivar TV2.

Fyri tveimum mánaðum síðani fekk Lilli Marie Mazur eitt nýtt lív til gávis.

Seinastu níggju árini hevur hon fýra dagar um vikuna í tríggjar tímar verið knýtt at eini dialysumaskinu orsakað av nýrusjúku síni. Men fyri tveimum mánaðum síðani fekk hon eina nýratransplantasjón.

Skurðviðgerðin, sum gav henni eitt gevaranýra, var samstundis ein søgulig hending á Ríkissjúkrahúsinum.

Hon var nevniliga fyrsti sjúklingur, sum fekk ísett eitt gevaranýra, sum frammanundan hevði verið ein túr í nýggju "vaskimaskinuni" á Ríkissjúkrahúsinum.

Hetta er eyknevnið á nýútveganini hjá sjúkrahúsinum, eini perfusiónsmaskinu, sum er tann fyrsta av sínum slag í Danmark.

Maskinan heldur nýranum kunstiga í gongd, frá tí at tað er tikið úr kroppinum á gevaranum til tað verður sett í kroppin hjá móttakaranum. Hetta verður gjørt við at gjøgnumskola tað við vætu, so tað verður hildið aktivt.

'Lagt á ís'

Og tað hevur avgerandi týdning.

Fyrr vórðu gevaranýru løgd á ís eitt tíðarskeið. Tað merkti, at útivið ein vika kundi ganga, áðrenn tað ’varð vakt til lívs’ og fór at virka í kroppininum á móttakaranum.

Men tá gevaranýra verður hildið í gongd, so virkar tað frá nett somu løtu, sum tað verður sett inn í móttakarakroppin.

- Tað sigur puuuf í einum stórum bresti og verður stórt og flott og ljósareytt beinanvegin. Hetta merkir, at sjúklingar fáa eitt vælvirkandi nýra skjótari og kunnu fara skjótari heim. Innleggingin verður styttri. Men tað hevur eisini víst seg, at nýrafunksjónin í longdini verður betri, sigur Malene Rohrsted, ið er leiðari á Urologisk Klinik á Ríkissjúkrahúsinum, við TV2.

'Verða hildin opin'

Fyri Ríkissjúkrahúsið, ið hvørt ár tekur ímóti 40-50 nýrum frá lívgagnargevum, hevur tað stóran týdning, at tey kunnu vera vís í, at lívgøgnini fara at virka væl í nýggja kroppinum.

- Liggja tey bara á ísi, ber til at ímynda sær, at summi falla saman og ikki kunnu brúkast. Nú verða tey hildin opin allatíðina, eins og nýra sat inni í kroppinum og blóð rann ígjøgnum tað, sigur Malene Rohrsted.

Og Lilli Marie Mazur fegnast um nýggja nýra, hon hevur fingið:

- Eg eri sera takksom fyri, at hetta yvirhøvur læt seg gera. Eg ætli mær at ferðast, so skjótt eg kann tað. Og arbeiða - eg gleði meg til at sleppa til arbeiðis aftur. Hetta gevur mær møguleikar fyri einum nýggjum og góðum lívi, sigur hon.


Lagt út: Leivur Hansen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi