Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

BILLY GRAHAM DEYÐUR

Átrúnaður | 23/02-2018 21:00

- ein Gospel-Rødd er tagnað


Um middagsleitið í dag, 21. februar, bórust tíðindini, at heimskendi Evangelisturin Billy Graham er deyður. Billy Graham var 99 ára gamal nú hann andaðist í heimi sínum í Montreat í North Carolina.

William Franklin Graham, vanliga róptur Billy Graham, vaks upp á einum bóndagarði við mjólkineytum í býnum Charlotte í North Carolina. Billy hevur mangan skemtiliga nevnt í sínum prædikum, at hann sum smádrongur heima hjá foreldrunum slapp ikki undan at arbeiða, tí hann var noyddur at hjálpa til á garðinum, og skuldi mjólka neytunum áðrenn hann fór í skúla um morgunin. Men sum hann sjálvur hevur sagt tað, at hetta lærdi seg disiplin. Bæði foreldrini vóru trúgvandi fólk, men her var tað serliga mamman, sum við áminning síni royndi at beina Billy inn á Guds leið.

Billy var ein lívsglaður unglingi, sum ynskti at fáa sum mest av stuttleika burtur úr lívinum, og tað at vera prestur ella evangelist, var nakað, sum lá langt frá hansara hugsan.

KEMUR TIL TRÚGV
Hann kom til trúgv sum 16 ára gamal eftir at hava staði evangellinum ímóti. Men saman við einum vinmanni fór hann á eitt evangeliskt teltmøti. Ætlanin var at gera látur burtur úr talaranum, men Heilagi Andin virkaði so kraftmikið á Billy, at hann gav seg yvir til Harran, tá evangelisturin bjóðaði fram. 

Billy gjørdist skjótt greiður yvir, at hann hevði eitt kall at tala evangeliið, og hann byrjaði sum ferðandi evangelist innan Youth For Christ, og tað var rættuliga skjótt, at USA tók Billy til sín, sum ein av Gudi salvaður Evangelistur.

ALLUR HEIMURIN HANSARA SÓKN
Billy Graham hevur ferðast við evangeliinum um allan heim í umleið 70 ár, og saman við honum stóðu heimskendi sangarin George Beverly Shea og kór- og møtileiðarin Cliff Barrows. Hendan trioin stóð óvikiliga saman í evangeliska virkinum, væl vitandi hvussu arbeiðsuppgávurnar lógu teirra millum. Eitt søguligt og fyrimyndarligt samarbeiði. George Beverly Shea gjørdist 104 ára gamal, Cliff Barrows var 93 , tá hann andaðist í 2016, og í dag, Billy Graham, tann seinasti av hesum trimum troyttur og mettur av døgum 99 ára gamal.

Saman hava hesir tríggir nátt hundraðtals milliónir av menniskjum við evangeliinum um frelsu við trúgv á Jesus, bæði ígjøgnum talu, sang og tað skrivaða orði. BBC skrivar á síni heimasíðu í dag, at tað verður mett, at Billy Graham hevur tala persónliga fyri 210 milliónum menniskjum í 185 londum, og hevur nátt hundraðtals milliónum ígjøgnm radio og sjónvarp.

SONURIN Í FØROYUM
Vit høvdu tað gleði í Føroyum at hava vitjan av soni Billy Graham, Franklin Graham, í Føroyum fyri trimum árum síðani, har hann talaði í Høllini á Nabb. Nakrar royndir vóru gjørdar at fáa Billy Graham til Føroyar, men tað eydnaðist ikki.

RØDD TAGNAÐ
Nú er kenda evangeliska røddin tagnað, sum so ótroyttiliga prædikaði eina fría frelsu við trúgv á Jesus Kristus. 

Kristiliga Tíðindasendingin ynskir frið yvir minni eftir Billy Graham, og Guds signing yvir tær mongu milliónirnar, sum hava hoyrt evangeliið av munni hansara.

Skrivað: 21.02.2018


Lagt út: Poul Jóhan Djurhuus
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi