Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Livandi kona søkt um at grava “sítt egna” lík uppaftur

Andøvsløtan | 18/03-2018 16:30

Í mai 2010 doyði ein sponsk kona, Juana Escudero, og varð grivin í Seville.

So skuldi verið friður av henni. Men gakk, og herfyri fingu myndugleikarnir í Andalusia ein hvøkk. Tí tá søkti ein ljóslivandi sponsk kona við sama navni, Juana Escudero, um at fáa “sítt” lík grivið uppaftur.

Myndugleikarnir hava annars í skjótt 8 ár verið plágaðir av hesi konu, ella í hvussu er av einari aðrari konu, ið segði seg eita sama navn sum hin deyða og hevði sama føðingardag sum hon.

Eingin hevur tikið hesa seinni Joanu í álvara, hóast hon hevur venað og gramt seg meiri og meiri, jú longur er fráliðið, síðan hon doyði og varð jarðað.

Gerandisdagurin hjá hesi enn livandi Juanu hava verið ótolandi, tí hon hevur lítlari og ongari vælvild møtt frá teimum ráðandi.

Eitt nú er hon ikki sloppin at endurnýggja koyrikortið, at vitjað læknan ella tannlæknan øll hesi árini, tí eingir møguleikar hava staðið henni í boði at fáa vanligar sosialar sømdir.

Hon hevur ikki staðið skrásett sum skattgjaldari, hóast at sleppa undan at gjalda skatt man hava verið hentari enn ikki at fáa vanligar sømdir, sum skattgjaldarar eisini hava í hinum teiginum á teirra gjaldsjavna.

Men tá Juana Escudero søkti ein dómstól um at grava “sítt” lík uppaftur, raknaðu myndugleikarnir við og fóru at kanna málið í neyðugum álvara.

Juana Escudero vildi fáa DNA-ið hjá teirri í mai 2010 jarðaða navnanum kannað, tí hon var vís í, at svarið fanst í DNA-num.

Jú, tá dómarin eftirlíkaði umsóknini um at grava líkið hjá tí deyðu Juanu Escudero uppaftur, kom undan kavi, at talan var um tvær konur, ið vóru føddar sama dag og itu sama navn.

Av einum mistaki vórðu báðar Juanurnar Escudero strikaðar úr sponsku fólkaskrásetingini, tá hin fyrra doyði í 2010.

Nú er málið so avgreitt, og tann enn livandi Juana hevur fingið eitt líkinda lív aftur, tí hon er sum borgari sloppin inn í byrokratiska hitan í Andalusia aftur.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi