Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

FarPay gjørt samstarv við MobilePay

Vinnulív | 20/03-2018 11:38
Avtalan er tann fyrsta av fleiri, sigur Mark Wraa-Hansen, stjóri í MobilePay.

Føroyska KT-fyritøkan FarPay skal seta meira ferð á virksemið hjá donsku gjaldsfyritøkuni MobilePay.

Kappingin um kundarnar á hesum marknaðinum er sera hørð, og fyri MobilePay hevur tað havt stóran týdning at styrkja seg á tí virkisøkinum, sum snýr seg um fastar gjaldsavtalur hjá fyritøkum. Higartil hevur tað verið trupult og kostnaðarmikið hjá fyritøkum at fáa skipanina hjá MobilePay at koyra saman við teirra KT-skipanum, men ta avbjóðingina loysir framkomna skipanin hjá FarPay á ein sera einfaldan og effektivan hátt. 

- Okkara skipan er ein "plug & play"-skipan, sum virkar sum ein pallur, og á hesum palli kunnu fyritøkurnar so bjóða út ymsar gjaldsloysnir. Fyrr var hetta ein krevjandi avbjóðing at loysa, men við okkara skipan spara fyritøkur bæði tíð og pengar, sigur Sámal Samuelsen, sølustjóri hjá FarPay.

Fyri FarPay er avtalan við MobilePay ein fongur. Felagið hevur líka síðan stovnan, við stuðli frá Vinnuframa, arbeitt við at fáa fótin fyri seg uttanfyri Føroyar, eitt arbeiði, sum hevur kravt nógva orku. Tað byrjaði við smáum kundum, men nú hevur FarPay m.a. gjørt avtalu við størstu donsku fitness-ketuna, Fitness World, og tann avtalan er ein av orsøkunum til samstarvið millum FarPay og MobilePay.

- Avtalan við FarPay er tann fyrsta av sínum slagi, sum er á veg. Samlað merkja hesar avtalur við triðjapartar, sum hava nógv viðskiftafólk við sær, at vit fevna enn breiðari og at vit í ár røkka enn fleiri viðskiftafólkum, sigur Mark Wraa-Hansen, forstjóri í MobilePay.

Eisini hjá Fitness World eru tey sera væl nøgd við nýggja samstarvið við FarPay, sum bæði sparir fyritøkuni tíð og pengar. 

- Samstarvið við FarPay merkir, at vit nógv skjótari kunnu fáa nýggjar gjaldsloysnir upp at koyra, líkamikið um talan er um Apple Pay, Google Pay ella MobilePay. Við at lata FarPay taka sær av tekniska partinum vera vit heilt vist nógv skjótari enn kappingarneytar okkara við nýggjum gjaldsloysnum, og tað er til gagns fyri allar okkara kundar, sigur Niels Eldrup Meidahl, fíggjarstjóri hjá Fitness World. Viðgongdin hjá FarPay í Danmark eru góð tíðindi fyri føroyska KT-vinnu. Eitt er, at avtalurnar styrkja grundarlagið undir sjálvari fyritøkuni, eitt annað er, at hetta verður við til at menna KT-vinnuna her á landi. 

- Fyri okkum, og fyri føroyska KT-vinnu sum heild, hevur tað stóran týdning, at vit av álvara fáa fótin fyri okkum uttanlands. Vit brúka nógva orku uppá menning, og hesar avtalurnar merkja, at vit framyvir skulu brúka enn meira orku og arbeiðsmegi. Og tað er eitt arbeiði, sum eisini framyvir verður gjørt í Føroyum, sigur Bárður Háskor, stjóri í FarPay.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi