Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Á móðurmálsdegnum 25. mars 2018 - málið skal vera livandi og røkka víða

Mentan | 26/03-2018 16:24

Í dag er móðurmálsdagur. Dagurin, sum verður hildin á føðingardegnum hjá V. U. Hammershaimb, er eitt høvi at minnast til, at móðurmál okkara skal brúkast, njótast, mennast og mýkjast. Vit eiga øll okkara móðurmál, og vit skulu kunna brúka tað at orða okkara tilveru og okkara lív á øllum økjum og í øllum støðum, tí annars er málið ikki nóg livandi og nóg rúmligt.

Tað formliga
Vit hava eitt málráð, ið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Álitið

Málmørk frá 2007 er grundleggjandi arbeiðsskjal hjá Málráðnum, hvørs virksemi er ásett í

løgtingslóg frá 2012.

Í 2017 varð móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll, har yrkismál var á skránni, og har vóru nógvar áhugaverdar framløgur um yrkismál í eitt nú roknibókum og í gransking. Árið fyri var móðurmálsdagurin í Nýggjustovu í Havn, og evnið var filmur og føroyska málið.

Uppá tross
At verja føroyska málið er partur av endamálinum hjá Málráðnum. Eri sjálv ikki heilt so sannførd um, at føroyskt í dag hevur so nógva verju fyri neyðini, men soleiðis hevur ikki altíð verið. Í 20. øld var okkara móðurmál eitt politiskt stríðsmál, sum serliga snúði seg um status ella um, hvørja støðu føroyskt skuldi hava í mun til danskt.

Í 1912 samtykti løgtingið eina lóg fyri føroyska skúlan, og sambært hesi lóg skuldi øll undirvísing vera á donskum, meðan føroyskt bert var eitt hjálparmál. Í tíðarskeiðnum 1918 til 1923 samtykti løgtingið seks ferðir at gera føroyskt til undirvísingarmál í øllum lærugreinum, men hetta góðtók danska stjórnin ikki.

Í 1925 var eitt fleirtal á Føroya løgtingi ímóti ynskinum úr Danmark um, at føroyskt skuldi verða undirvísingarmál í skúlanum. Tað var Nina Bang, ministari í undirvísingarmálum, sum gav boð um eina broyting, so at føroyskt bleiv undirvísingarmál, tó at undirvísingin í lærugreinum sum søgu og landafrøði framhaldandi skuldi vera á donskum.

Í 1936 atkvøddi Sambandsflokkurin ímóti einum uppskoti um, at føroyskt skuldi gerast til undirvísingarmálið í fólkaskúlanum. Men síðan 1938 hava lærarar kunnað valt, um tey vildu undirvísa á føroyskum ella á donskum, og í dag kunnu vit als ikki ímynda okkum nakað annað enn, at undirvísingin fer fram á føroyskum.

Skal røkka á øllum økjum
Nú er tað ein sjálvfylgja, at vit tosa og skriva føroyskt á øllum samfelagsøkjum. Og okkara móðurmál er livandi, ikki minst í okkara mentan og list. Vit lesa søgur og yrkingar, hoyra tónleik og ganga til sjónleik á føroyskum. Seinastu árini hava vit sæð fleiri og fleiri føroyskar filmir á stóra filmsløriftinum, og nú um dagarnar kunnu vit eisini hoyra operu, framførda á okkara móðurmáli.

Sjálv eri eg fjeppa og stórforbrúkari av móðurmálinum, bæði í talu og í skrift. Men eg eri eisini tilvitað um tær nógvu avbjóðingarnar, sum eru, bæði í mun til status og í mun til innihald ella korpus.

Stavsetingin kundi verið betri, hoyri eg lærarar siga. Vit hava als ikki nóg nógv undirvísingartilfar á føroyskum. Fagri nýggi veruleikin, har stórur partur av samdøgrinum fer fram á telduni og á netinum, gevur okkara børnum og ungum atgongd til ein ensktmæltan heim, higar føroyskt ikki røkkur. Hvørjar avleiðingar hevur hetta fyri okkara málnýtslu? Og nógv menniskju búgva nú í Føroyum, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt. Tey skulu eisini takast við í okkara málsliga veruleika.

Føroyskt er livandi, hevur tað gott, og er komið fyri at vera. Men máldeyði er ikki nakað ókent fyribrigdi, og vit skulu sanniliga ansa eftir, at málið verður ment, soleiðis at tað ber til at seta orð á allar teir veruleikar og á allar tær støður, sum vit menniskju liva í í dag.

Ynski øllum ein góðan móðurmálsdag.

Á móðurmálsdegnum tann 25. mars 2018,

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi