Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Næstformansvalið í Sambandsflokkinum

Innanlands, Lesarabrøv | 09/04-2018 22:55

Nú inflatíón er komin i gitingar um fyrrverðandi næstformann Sambandsfloksins, er ivaleyst upp á sítt pláss at gera hesa viðmerking. Viðmerkingin er gjørd uttan at tosa við nakran annan ella at biðja um loyvi.

Í oddagreinini í Sosialinum sigur Eirikur Lindenskov at tað var taktiskt skeivt at skifta næstformann í Sambandsflokkinum. 

Út frá tí at fyrrverðandi næstformaður brúkti nakrar dagar til at umhugsa støðuna og at melda seg úr flokkinum, so er trupult at síggja tað taktisk skilagóða í at geva persóni næstformanssess, sum annars ikki hevur hug at verða í flokkinum.

Sum vanligt í slíkum føri, fær fyrrverðandi næstformaður óavmarka pláss í fjølmiðlunum. Vit hava hoyrt hann tosa um at hava so nógvar flokkar at velja ímillum at hann veit ikki hvar hann skal fara. Men kanska hann hevur evnini at tilpassa seg allar stevnuskráir á Løgtingi. Somuleiðis tosar hann um at Føroya Løgting er at samanlíkna við eitt fótbóltslið. Fólk flest halda annars at Løgtingi er einstaklingaítróttur. Ja, orsøk er at halda at einstaklingaflokkurin er stórsti flokkur á Løgtingi.

Somuleiðis verður tosa um hvat viðkomandi ætlaði at gera á Løgtingi. Tað krevjast 980 atkvøður fyri at koma á Løgting. Við 370 atkvøðum eigur viðkomandi ⅓ sjálvur og hini valevnini og flokkurin hinar atkvøðurnar. Tí ber ikki til, eins og Jóannes Ejdesgaard nevndi í vikuskiftinum, at tosa um hvat ein sjálvur ætlar. Evnini at lurta eiga tí at verða minst líka góð, sum evnini at tosa. 

Fyri at lesarin betri kann skilja restina, skal upplýsast at endamálið við næstformanni Sambandsfloksins, sum ikki skuldi verða Løgtingsmaður var, at verða bindilið millum tinglimir, bakland v.m. Seinastu 10-15 árini hevur sessurin tó verði brúktur til at profilera næstformannin meira enn gott er. Umhugsa verður at skjóta upp at venda aftur til gamla leistin.

Annars hoyrur tað við til søguna, at orsøkin til at annað uppskot kom til næstformann var, at táverðandi næstformaður ikki var mettur at verða tann rætti. Tá tað var konstatera, eitt mikukvøld kl. 22 á nevndarfundi í einum lokalfelag, var eitt møguligt alternativ funnið. Uppskot til aðalfundin skuldi latast inn sunnukvøld. Síðan bleiv spurt runt millum tey sum høvdu atkvøðurætt. Ongin av tinglimunum og ongin í starvsnevndini bleiv spurdur/biðin at atkvøða fyri alternativinum. Tá mett var, hósdag, at undirtøkan fyri at skifta sitandi formann var so mikið góð at einki var at ivast í, bleiv alternativa valevni spurt um hann vildi stilla upp. 

Nevndarlimir vóru misnøgdir við clearingsavtaluna. Og uttan at fara í smálutir, so er sannleikin um tað clearingsavtaluna als ikki komin fram. Men í stuttum var hon gjørd í heimildarloysi. Tí er spurningurin um at halda clearingsavtalur fullkomuliga órelevantur. 

Harumframt vóru samráðingarnar um fiskivinnunýskipan við í metingini. Framgangsmátin var stóri trupulleikin. Og tað sum har hendi var í sjálvur sær mett at verða nóg mikið til eina uppsøgn. 

Tað var ikki við í metingini at táverðandi næstformaður hevði verið á fundi við Javnaðarflokkin um at stilla upp fyri Javnaðarflokkin. Tað var heldur ikki við í metingini at hann hevði verið á fundi við enn ein flokk (ikki javnaðarflokkin) um at stilla upp fyri teir. 

Sostatt skal avvísast at Hjúnarbandslógin hevði nakað at gera við málið. Somuleiðis skal avvísast at talan er um eina nýggja og meira konservativa kós.

Tað hevur altíð staðið tinglimum Sambandsfloksins frítt at atkvøða í etiskum málum og tað ger tað framvegis. (meira um rumbul av tí lógini seinni) 

Orsøkin til at sitandi næstformaður var skotin upp var, at brúk var fyri einum persóni sum øll sum høvdu atkvøðrætt kendu. Harumframt var ófrávíkiligt krav at viðkomandi var mettur at verða loyalur og at hann arbeiddi fyri heildini og ikki sjálvum sær. Tað gav jú onga meining at skifta út við ein av sama slag. 

Endamálið var sostatt at skifta fyrrverðandi formann út. Hvør kom í hansara stað hevði ikki tídning. Næstformansvalið var tí eitt frával av fyrrverandi og ikki eitt tilval at sitandi.

Eivind Jacobsen
Strendur


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi