Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tað kann ikki passa!

Lesarabrøv | 15/04-2018 19:04

Alt hevur sínar avbjóðingar, men tað skal eingin billa mær inn, at tað ikki ber til at flyta ein kassa við atkvøðum frá einum valstaði til annað í 2018.

Rættarnevni hjá løgtinginum tekur ikki undir við, at atkvøðurnar á smáu valstøðunum skulu verða taldar saman við atkvøðum frá størri valstøðum. Bara umboðini hjá Sambandsflokkinum í rættarnevnini taka undir við uppskotinum. Harvið er staðfest, at áhugi er ikki fyri, at føroysk løgtings- og kommunuval skulu vera loynilig.

Tað skal framvegis vera møguligt at rokna út, hvør atkvøður hvat á smáplássunum, og tað skal eisini bera til at trýsta fólk á hesum plássum til at atkvøða ímóti teirra sannføring. Hetta er snøgt sagt ikki í lagi.

Vit kalla okkum eitt fólkaræði og vit liva í 2018!

Bíligar undanførslur

Tað ber altíð til at finna bíligar undanførslur, og tað roynir meirilutin í rættarnevndini eisini eftir førimuni at gera. Víst verður millum annað á, at ”tað er fremjandi fyri fólkaræðið, at veljarar á smærru støðunum hava sítt valstað eins og veljarar á størru valstøðunum.” Hetta fær meg at seta spurnartekin við, um tey sum hava skrivað álitið yvirhøvur hava lisið uppskotið. Tað stendur jú beinleiðis í uppskotinum, at tað snýr seg IKKI um at avtaka nakað valstað. Skotið verður harafturímóti upp, at veljarar skulu kunna velja á vanliga staðnum, men atkvøðurnar skulu verða fluttar til annað stað, fyri at verða taldar upp har.

Meirilutin í rættarnevndini nevnir nógvar aðrar grundgevingar fyri, hví vallógin átti at verið tikin upp til nýggja viðgerð. Alt gott um tað, men hví brúka hesar undanførslur fyri ikki at taka undir við hesum uppskotinum? Tey hava einki við hvørt annað at gera, og einki bendir á, at nakar arbeiðir við hinum spurningunum. - Hví ikki bara vera erligur og siga bart ut: Vit ynskja ikki, at valini skulu vera loynilig?

Alt hevur sínar avbjóðingar, men tað skal eingin billa mær inn, at tað ikki ber til at flyta ein kassa við atkvøðum frá einum valstaði til annað í 2018.

 

Helgi Abrahamsen

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi