Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvat bagir í Kringvarpinum?

Innanlands, Lesarabrøv | 15/04-2018 23:01

Jenis av Rana spyr hví KVF undrast á at tað eru nógv í Føroyum sum eru trúgvandi og ivast i um menningarlæran er røtt.

Eg havi av og á samband við kringvarpið og tey, ið har starvast. Sum heild bæði fitt, fyrikomandi, blíð og arbeiðssom.
Men so bráddliga kenst ikki aftur! Tykist sum nøkur teirra taka stykkið úr, fara í sjálvsving, gloyma alt um objektivitet og halda seg eiga bæði kringvarpið, lurtaran, sannleikan og veruleikan.

Sjálvterapisendingarnar.

Eg latið sjálvterapisendingarnar hjá Heina liggja, fyribils, tær skaða jú ongan annan enn hann sjálvan. Men at kringvarpsfólk skulu gerast firtin og í øðini inn á tær kanningar, sum gjørdar eru í sambandi við sendingarnar, tað krevur bæði eina og fleiri frágreiðingar, fyrrenn ikki frá stjóranum. 

Ein stórur partur av føroyingum trúgva, at Gud hevur skapt heimin, tað vísa hesar kanningar m.a. Fantastiskt og sjálvsagt í einum sokallaðum kristnum landi, øll burdu havt orsøk at gleðst um tað! Men tíverri tykist gleðin hjá summum kringvapsfólkum vend í vreiði vegna hendan gleðiliga veruleika. Hvør í verðini man orsøkin vera til tað?

Í øði út á skúlarnar

Í øði fara tey, saman við sjálvprofilerandi " vertinum", at royna at finna orsøkir til, hví tað er so galið, hví tað er so illa statt við føroyska skúlunum og hví føroyingar eru so frekir at trúgva uppá Gud, Skapara Himins og jarðar.
Eitt eru prátini við menn, sum hava valt ikki at trúgva Gudi, men hví, í hesi øði, fara út á skúlarnar at stilla lærarar til svars fyri, hví hesir ikki hava megnað, áðrenn skúlalok, at hava rikið trúnni úr næmingunum? 

Hví ikki fegnast?

Hví ikki kannað og fegnast yvir frálæruna, sum hevur megnað at varðveitt trúgv næminganna? 
Hví ikki vitjað samkomur, kirkjur, prestar, samkomuleiðarar, sunnudagsskúlalærarar, foreldur v.m. og fregnast um, hvussu til hevur borið at vart, ment og styrkt føroyska ungdómin, so gudloysisstreymurin, sum treingir á, ikki hevur fingið sama gróðrarbotn teirra millum sum tíverri so mangar aðrastaðir?
Og hví blint verja  uppáhaldið um, at menningarlæran og vísind hava nakað við hvønn annan at gera og at halda, at trúgvin uppá Skaparan útilokar vísind? 
Veruleikin er jú tvørturímóti!

Vísindin vísir og prógvar stórleika Guds!

Aftur og aftur vísir vísindin okkum, hvussu ómetaliga stórur Gud og Skapari okkara og skapanarverk Hansara er, ella, sum ”Tóra” so væl skrivar í viðmerking á portal.fo: ”Onki er meir ótrúligt enn hvussu cellubiologi og genetik rigga.... og tá man lærur hesi fak, er tað ringt ikki at trúgva uppá Guð”

Hinvegin vita vit væl, at trúgvin á tilvildarligu menningarlæruna hongur í einum tunnum tráði, nei orsakað, tráðurin er í fleiri støðum slitnaður, tí menningarlæran er als ikki knýtt at vísind ella tíansheldur vísindaliga grundað!
Og tann veruleikin hevði verið upplagdur hjá onkrum av dugnaligu kringvarpsfólkunum at greitt føroyinginum frá, honum sum trúfast verður tvangskravdur lurtara- og hyggjaragjald.

Jenis av Rana


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi