Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Rokfiskarí av toski uppi í sjónum

Fiskivinna | 16/04-2018 20:37

Franskar skonnartir og eitt Føroyskt skip, sum royndu eftir Toski, rokfiskaðu uppi í sjónum eitt heilt summar, undir Íslandi

Ferdinand Heinesen í Sandavági segði einaferð frá hesum.

Fyrst í juni fóru vit til Íslands, men har var eingin fiskur at fáa. Vit royndu ymsastaðni, men einki bar til. So vóru vit endiliga eina ferð komnir inn í Bakkadýpið og lógu og fiskaðu, men einki var at fáa.

Tá ið hann so kom høgt við nógvum vindi, løgdu vit bakk, og sum vit liggja, síggja vit fleiri fransaskonnnartir koma inn eftir, og tá teir komu inn á slættari vatn, løgdu teir stilt, og tað var skilligt, at teir komu inn at kroka. Tá vóru ofta nógvir fransar at síggja á Eysturlandinum og serliga á sunnaru leiðunum.

Tá ið veðrið linnaði aftur, hildu fransarnir av stað til sjós, og vit hildu, at tað mundi vera okkurt, tí teir sigldu ikki soleiðis eftir ongum. Tað mátti vera ein leið, teir høvdu. Vit funnu so uppá at fara at elta teir, men teir sigldu so nógv skjótari enn vit. Vit høvdu rúman vind úteftir, men kósin hjá teimum var tann sama. Vit sigldu so aftan á teimum og hildu, at einaferð máttu teir fara at leggja stilt.

Vit fingu teir aftur í eygsjón, og tá lógu teir langt uttan fyri botn - sum eg kann ætla einar 20-30 fjóðringar út av øllum grunnum. Vit hildu hetta vera merkiligt, men teir lógu og fiskaðu. Vit hálaðu so av, men at fáa botn høvdu vit ikki snøri til. Tá í tíðini var 2½ stykki tað vanliga, og tá bleiv mest fiskað á djúpum vatni. Men her var so einki við at gera.

Vit funnu so uppá at draga upp í sjógvin, jú, tá bar til, og vit fingu fisk. 60 favnar var tað djúpasta vit royndu, og so næstan upp undir borið. Tað var fiskur, sum gekk uppi í sjónum, og eina viku fyri ólavsøku fór lastin at fyllast hjá okkum.

Alt var stórur toskur vit fingu, men lastin var ikki so stór, tí skipið hevði stóran damm. Hon tók ikki meri enn 200 skpd., hóast skipið, so vítt eg minnist var merkt til 102 tons. So helt skiparin, at best var at fara inn við á Seydisfjørðin at landa og taka salt.

Tá ið vit vóru klárir, fóru vit út aftur og á somu leiðina. Og tað vísti seg, at fiskurin var tann sami. Vit sóu onga føroyska slupp, og eg haldi, at Alexandra var fyrsta føoyska skipið, sum bar við flotfiskin har úti eystanfyri, sum seinni fekk navnið á Rokinum.

Seinnapartin í august var skipið fult aftur. Tá kom hann nógvur vindur høgt, og vit fóru inn undir Nesið at kroka, Har lá ein hópur av føroyskum skipum. Vit søgdu teimum frá okkara fiskiskapi og hvar vit høvdu roynt og øll fóru út hagar. Vit fóru heim og komu á Sandavág 29 august. Fólk hildu, at okkurt var í vegin hjá okkum, tí vit komu so tíðliga heim. Eg kann leggja aftrat, at fiskurin vit landaðu á Seyðisfirði var ógvulga bleyrtur, 48 fóru til hvørt skpd.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi